Rættarnevndin er samd um at fáa eitt demokratisk orðaskiftið í lag um eina eftirmeting av vallógini.
Álit í løgtingsmáli nr. 116/2008:
Uppskot til samtyktar um eftirmeting av vallógini
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður hevur lagt málið fram tann 6. mars 2009, og eftir 1. viðgerð tann 25. mars 2009 er tað beint Rættarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. og 20. apríl 2009.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Petur Zachariassen, lektara á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og við landsstýrismannin í innlendismálum.
Ein samd nevnd er av tí áskoðan, at sjálvt um stutt tíð er fráliðin, síðani broytingarnar í vallógini frá sjey til eitt valdømi vóru gjørdar, so er tíðin nú tann rætta til, at stig verða tikin til eina eftirmeting av vallógini. Nevndin vísir í hesum sambandi á, at demokratiska orðaskifti, sum átti at havt verið, tá skipanin varð broytt, nú fæst í lag við hesum uppskotinum.
Við hesum viðmerkingunum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Rættarnevndin, 22. apríl 2009
Alfred Olsen
Gerhard Lognberg
Mikkjal Sørensen
Poul Michelsen
Anfinn Kallsberg
Bjørt Samuelsen
Heini O. Heinesen




