Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rætti fótbóltsdámurin er um at verða har: 1000 áskoðarar í Djúpumýru

Hannefía Joensen

Umframt góðar 700 gjaldandi áskoðarar vóru fleiri hundrað børn og skúlaungdómar umframt hjálparfólk hjá KÍ til dystin sunnudagin, soleiðis at samlaða áskoðaratalið mundi vera nakað væl størri enn 1000, og tað merktist eisini á og uttan um vøllin, hóast stórtrumman ikki er funnin fram enn.

Vallarfrásøgumaðurin upplýsti sunnudagin, at 703 gjaldandi áskoðarar vóru og hugdu at dystinum millum KÍ og NSÍ í Djúpumýru, og tað er nakað væl hægri tal enn í undanfarnu dystunum.

Hetta setti eisini sín positiva dám á dystin, hóast áskoðararnir ikki enn eru komnir upp á tær hæddir, sum onkur undan farin ár. Tað er altíð stuttligast at leika og hyggja at fótbóltsdystum, har nógv fólk eru til staðar.
Tá tað kemur til rakstrarrópini , so áttu Vespurnar í áskoðaraskýlinum nokk munin, serliga í byrjanini av dysinum, tá NSÍ hevði sína bestu løtu í dystinum, men so við og við tók KÍ yvir, og hetta sást eisini aftur í ljóðbýtinum í skýlinum, og til seinast í dystinum treiv “Bláa Bylgjan” í KÍ-sangin sum ein tøkk og stuðul til væl leikandi KÍ-liðið, sum vann 2-0 hendan dagin.

Trummurnar eru ikki funnar fram enn, men um góða gongdin heldur fram, so er tað helst bert ein spurningur um tíð, áðrenn slagverk aftur fara at gella aftur við KÍ-rakstrarrópum í Djúpumýru.

KOYR Á KÍ!!!