icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættiliga sannlíkt at barnsburðir verða javnan umborð á Smyrli

John William Joensen

Tað var núverandi leiðsla á Suðuroyar Sjúkrahúsið, sum heitti á landsstýrið um at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsið og nú ein barnakonua átti umborð á Smyrli, er sami maður ikki tøkur til viðmerkingar, men sambært KVF skal kanna hvat tað var sum hendi?? Hetta átti ikki at komið óvart á, tí støðan er júst tann sama í Norðoyggjum.

Tað var núverandi leiðsla á Suðuroyar Sjúkrahúsið, sum heitti á landsstýrið um at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsið og nú ein barnakonua átti umborð á Smyrli, er sami maður ikki tøkur til viðmerkingar, men sambært KVF skal kanna hvat tað var sum hendi?? Hetta átti ikki at komið óvart á, tí støðan er júst tann sama í Norðoyggjum.

Í miðal hevur ein barnsburður verið um árið í sjúkrabili ella privatbili á landsvegnum, millum Havnina og Klaksvík, síðan táverandi landsstýrismaður í heilsumálum, í samband við fíggjarlógar viðgerðina boðaði frá at føðideildin í Klaksvík skuldi stongjast.

Tað er í miðal ein góður hálvur annar tími hjá barnakonum í Norðoyggjum, at koyra til Landssjúkrahúsið og hjá barnakonum í Suðuroynni er tíðin at koma á Landssjúkrahúsið umleið tvífalt so long.

Politiska skipanin hevur fullkomiliga spælt fallit og smærri sjúkrahúsini eru slept upp á fjall.

Tað er borgarin, sum eigur at seta dagsskránna í kjakinum hvussu heilsuverkið eigur at síggja út og á hvørjum støði heilsutænasturnar skulu verða í ymisku økjunum.

At sentralisera alt heilsuverki á einum stað, undir einari leiðslu, sum etur og livur í høvuðsstaðnum verður banin hjá smærri sjúkrahúsunum, sum í tráð við ætlanirnar hjá Heilsumálaráðnum verða smáar seingjadeildir hjá Landssjúkrahúsinum. Hetta er alt ein avleiðing av politiskari líkasælu millum løgtingslimir, sum í dag fjeppast alt meira um atkvøðurnar í Suðurstreymi.

Vit síggja avleiðingarnar av at Føroyar gjørdust eitt valdømi í øllum samfelagnum. Løgtingslimir sum sita á tingið í dag, standa ikki longur til svars á veljara fundum og yvir fyri veljarafeløgum tá løgtingsval er. Teimum tørvar als ikki veljaran í ymisku økjunum, hóast hesi framhaldandi velja lokalt og tí enn seta sína vón til at hesi tala sína søk.

Men Suðuroyggin er eitt skúladømi um hvussu líkasælir politikarar kunnu verða við sítt egna øki.

Sí hetta innslagið í Degi og Viku sum vísir støðuna hjá barnakonunum sum búgva í Suðuroynni. Støðan er tann sama í Norðoyggjum

Harleyfacadeacryl