Norðlýsið hevur fingið áheitan at rætta eitt sindur upp á greinina ‘álvarsligt ferðsluóhapp’. Álvarsliga óhappið hendi eins og skrivað var í greinini fyrr í dag, men heilsustøðan skal lýsast øðrvísi.
Norðlýsið hevur fingið áheitan at rætta eitt sindur upp á greinina ‘álvarsligt ferðsluóhapp’. Álvarsliga óhappið hendi eins og skrivað var í greinini fyrr í dag, men heilsustøðan skal lýsast øðrvísi.
Norðlýsið takkar lesaranum fyri rættingina og áheitanina. Lesarin greiðir soleiðis frá heilsustøðuni hjá teimum báðum, sum komu út fyri óhappinum:
– Bæði fóru fyrst til kanningar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Ein tíma seinni vórðu báðir persónarnir sendir suður á Landssjúkrahúsið til endaligar kanningar (ikki bert tann eini persónurin, sum Norðlýsið skrivaði fyrr í dag).
– Tann, ið varð syftur út (tann ferðandi) breyt eina øksl, eitt herðablað og fekk pentur í oyra.
– Báðir persónar fingu skaða í lunguni.
– Bæði, drongurin og gentan, eru komin heim og hava tað gott.




