Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rætting ella tulking?

John William Joensen

Svarið hjá Elisabeth Joensen er ikki ein rættleiðing, men ein tulking

Herfyri gav eg skúlastýrunum í okkara kommunalu skúlum eitt herðaklapp.
Tað gjørdi eg, tí stýrini í samstarvi við forledur, skúlaleiðslurnar og kommununa, hava spælt ein positivan og virknan leiklut í fleiri stórmálum fyri skúlarnar seinastu trý árini.
Sum dømi nevndi eg umvælingararbeiði í Skúlanum á Ziskatrø, útbyggingina av Ósáskúlanum og spurningin um bygnaðin í samlaða skúlaverkinum.
Mín pástandur er, at um skúlastýrini ikki vóru so virkin og treisk, sum tey hava verið, so er als ikki givið, at skúlarnir høvdu haft tann prioritet í kommunala fíggjarskapinum, sum teir nú hava.
Vit mugu minnast til, at einhvør króna til skúlarnar verður latin í harðari kapping við asfalt, keikant og grót og at tað krevur sterkar ambassadørar at bera menningina av skúlunum ígjøgnum.
Greinin hjá mær fekk Elisabeth Joensen, býráðslim, at tulka herðaklappið hjá mær soleiðis ‘at einki hevði hent í skúlunum báðum, um ikki nýggju skúlastýrini vóru komin’.
Sjálvandi má einhvør sum skrivar alment í bløðunum verða fyrireikaður uppá at blíva tulkaður ymiskt av ymiskum lesarum. Men tað sum fær meg at svara Bettu aftur er tað, at hon kallar tulkingina av míni grein fyri eina ‘rættleiðing’.
Eg skrivaði, at ‘Millum mong og týðandi mál, hava høvuðsmálini í farnu setu eftir míni meting verið umvælingararbeiðið í skúlanum á Ziskatrø og útbyggingin av Ósáskúlanum’.
Viðvíkjandi umvælingararbeiðinum í Skúlanum á Ziskatrø hendi tíanverri tað sum ikki mátti henda, at einki umvælingararbeiði varð framt í 2002. Tað reageraði skúlastýrið skjótt og avgjørt uppá og eigin ivi er um, at júst innsatsurin hjá stýrinum virkaði við til, at málið síðani hevur ligið rimmarfast á slóðini.
Viðvíkjandi útbyggingini av Ósáskúlanum hava vit í ov langa tíð verið vitni til fleiri ætlanir um útbygging, uttan at neyðugar avsetingar á kommunalu fíggjarætlanini eru gjørdar. Tað hevur sitandi býráð sett eitt punktum fyri við at samtykkja útbyggingina og seta pening av. Í tí gongdini hevur skúlastýrið eisini verið sera aktivt og soleiðis virka við til, at útbyggingin nú gerst veruleiki.
Við hesum er einki tikið frá nørkum, sum er farið fram frammanundan. Heldur ikki góða innsatsinum hjá Bettu fyri átta árum síðani, tá hon fekk eyguni hjá býráðslimum upp fyri veruligu støðuni í skúlanum.
Men staðfestast kann, at tann orkan sum skúlastýrini hava lagt í hesi mál og samstarvið millum skúlastýrini, skúlaleiðslurnar og lærararnar og sitandi býráð, hevur verið avgerandi fyri, at vit í dag kunnu síggja eina veruliga og alneyðuga menning av skúlunum.

Rani Nolsøe
Skúlastýris- og býráðslimur