Leiðslan í Klaksvíkar Býráð boðar nú frá at býráðið ætlar at hækka skattaprosenti hjá Klaksvíkar Kommunu. Stórar íløgur standa fyri framman og samstundis tekur tilfeingisgjaldi sum vinnan í kommununi rindar landskassanum pening úr kommunu kassanum.

Minnilutin í býráðnum hevur ávarða ímóti at hækka skattin vísandi til at inntøkurnar hjá kommununi seta met, men tað tykist sum at býráðsleiðslan hevur lagt ein fíggjarleist sum hevur undirtøku í býráðnum.
Í dag er skattaprosenti 21,50 % og komandi ár verður kommunuskatturin 22 % sum ger at Klaksvíkar Kommuna hevur eitt skattaprosent sum ferð at liggja næstan eitt heilt skattaprosent omanfyri miðaltalið fyri føroyskar kommunur sum er 21,14. SÍ HER
Hægsta skattaprosenti er 23,50 og lægst skattaprosent hevur Fugloyar Kommuna við 16,00 %
Vit hava biðji Taks rokna út hvat tríggjar ymiskar skattainntøkur skulu rinda í krónum og oyrum til landskassan og kummunukassan í fýra ymiskum kommunum frároknað skattligar frádráttir.
Størsti munurin er ein inntøka sum er kr. 1.000.000,- um árið. Hon rindar tilsamans 43,06% í landsskatti um løntakarin býr í Klaksvík, men einans tilsamans 37,72 % sum er 5,34 % minni um løntakarin býr á Fugloynni.
Sí viðhefta fíl (EXL-fíla)