Í oddagrein í kvøld við yvirskriftini “Hava einki lært” viðgerð Sosialurin útbjóðingina av grannskoðan í sambandi við nýggja tunnilsfelagið. Eirikur Lindenskov sigur óbeinleiðis, at talan er um dumpingprís og setur spurnartekin við grannskoðaragóðskuna. Samstundis verður Eik málið á margháttligan hátt drigið inn í málið, og blaðið setir spurnartekin við at brúka grannskoðarar, ið ikki hava danska autorisatión, samstundis sum spurnartekin verður sett við bíligar grannskoðararokningar.

Oddagreinin nevnir tvey tilboð uppá grannskoðan av tunnilsfelagnum, sum vóru uppá kr.
50.000 og kr. 17.000. Men veruleikin er tann, at trý tilboð komu inn, hóast øll grannskoðaravirki í landinum, eisini tey skrásettu, fingu høvi at bjóða. Øll feløg arbeiða eftir somu lóg og somu góðskukrøvum. Innkomnu tilboðini vóru uppá:
Kr. 17.600
Kr. 25.000
Kr. 50.000
Tað eru sostatt kr. 7.400 frá lægsta tilboði til næstlægsta. Kr. 7.400 er sambært Sosialin
munurin á hellubotni og sandi.
Síðani verður Eik roknskapurin drigin inn í oddagreinina sum ræðudømi. Her kann viðmerkjast, at roknskapurin hjá Eik grunninum og Eik bankunum í Føroyum og Danmark vórðu grannskoðaðir av grannskoðara við danskari autorisatión. Sambært ársfrásøgnirnar var grannskoðarasamsýningin 2,4 mió. kr.
Donsk autorisation og góð grannskoðarasamsýnig er sostatt í sjálvum sær eingin trygd ímóti misvísandi roknskapum.