Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættleiðing til forkvinnuna í Demokratia

John William Joensen

Tað er beinleiðis ósatt tá Eyðgun Samuelsen sigur at skoðbráðið hjá kvinnum at stillað upp er ov stutt

Fyrsti uppstillingarfundurin hjá Norðoya Sambandsfelag var fríggjadagin 30. mars 2007 og enn hevur løgmaður ikki ásett nær valdagur verður, men allarhelst verður hann ikki fyrr enn í januar 2008.
 
Tí er tað fullkomiliga burturvið, tá forkvinnan í Demokratia rør upp undir, at skoðbráðið til uppstilling er alt ov stutt. 

Tað er ein sannroynd, at tað er trupult at fáa kvinnur á listarnar til løgtingsval – men ístaðin fyri at skjóta til høgru og vinstru kundi forkvinnan í Demokratia tikið í egnan barm.

Ein trupuleiki er kanska, at tær kvinnur, sum í dag eru frami í føroyskum politikki ikki eru fyrimyndir hjá øðrum kvinnum og at hugurin hjá teimum, at fáa aðrar kvinnur at stillað upp ikki altíð er so eyðsýndir, sum vit sum veljarafelag kundu ynskt. 

Í Norðoya Sambandsfelag hava vit tvær kvinnur, sum eru aktivar í nevndini og fleiri ferðir hava verið uppstillaðar. Onnur hevur umboða okkum í býráðnum og hevur verið flokkinum og býnum til frama. Tær hava í fleiri ár aktivt roynt at fingið aðrar kvinnur at stilla upp og vónandi megan vit í ár at fáa javnstøðu í okkara uppstilling.

Uppskotini, sum er komin frá javnstøðunevndini og Demokratia seinastu tíðina hava verið lítil hjálp hjá okkum veljarafeløgum, sum standa fyri uppstillingini til løgtingsvalið. 

Uppskotið um at flokkar skullu hava tveir listar kom bráddliga dettandi niður úr luftini og kann neyvan vera tikið seriøst. Vit hava ríkiligt av sundurlindi í politiska lívinum – so eingin orðsøk er at elva til stríð millum kynini eisini.

Sum sagt so er ein trupuleiki kanska at kvinnur – sum eru valdar á ting – kanska hava sæð ein fordeil av at vera einsamallar – tí tá eru færri kvinnur at bíta kvinnuligu atkvøðurnar við og tí haldi eg at fleiri av valdu kvinnunum hava verið meira enn hálvforkølaðar í royndini, at fáa fleiri av sama kyni inn um tinggáttina. 

Orkan hjá Demokratia og javnstøðunevndini átti fyrst og fremst at verið brúkt til at fáa politiska áhugan hjá kvinnum birtan – soleiðis at kappingin um uppstillingina verður meira javnt býtt millum kynini og minni orka átti at vera brúkt til at leita eftir hugskotum – systemskift – og annað fjas, sum vit sum veljarafeløg ikki kunnu brúka til nakað sum helst.

Seinasti uppstillingarfundurin hjá Norðoya Sambandsfelag verður óivað í komandi viku ella í aðru viku og forkvinnan í Demorkatia er vælkomin at birta upp undir at fáa fleiri sambandshugaðar kvinnur at møta til fundar.

John William Joensen
Formaður í Norðoya Sambandsfelag

Harleyfacadeacryl