Í Dimmalætting, týsdagin 25. mei 2004, skrivar Rani Nolsøe grein, har hann nevnir, hvussu væl hevur gingist í skúlunum í Klaksvík, síðani nýggju skúlastýrini vórðu sett á stovn.
Greinin kann skiljast soleiðis, at einki hevði hent í skúlunum báðum, um ikki nýggju skúlastýrini vóru komin.
Eg noyðist at koma við eini rættleiðing, tí tá ið eg, fyri skjótt 8 árum síðani, varð vald inn í býráðið, skeyt eg upp, at allir býráðslimir skuldu fara í skúlan á Ziskatrøð at hyggja, hvussu støðan var. Hetta varð gjørt eftir ein býráðsfund. Skúlaleiðslan vísti býráðslimunum í hvønn krók í skúlanum.
Eftir hetta vórðu pengar settir av til umvælingararbeiðið í Skúlanum á Ziskatrøð, og ein langtíðarætlan varð gjørd fyri arbeiðið bæði uttan og innan.
Eisini varð avgjørt at byggja Skúlan við Ósánna út, og húsini hjá Advokatfelagnum vórðu keypt.
Tað er sera harmiligt, at henda útbyging kom í drag, men hon verður skjótt veruleiki.
Skúlanevndin, sum tá var, royndi eisini at vísa á átrokandi ábøtur í Skúlanum á Ziskatrøð og á hølistørvin í Skúlanum við Ósánna.
Rætt skal vera rætt. Umvælingararbeiðið í Skúlanum á Ziskatrøð var byrjað, og avgjørt var at útbyggja skúlan við Ósánna, áðrenn nýggju skúlastýrini sóu dagsins ljós.
Nakað annað er, at skúlastýrini hava tikið væl undir við ætlanunum. Tey hava gjørt eitt megnar arbeiði á fleiri økjum, sum tey eiga rós og tøkk fyri.
Nývaldu skúlastýrunum ynski eg alt tað besta og skúlunum báðum eina góða framtíð!
Elisabeth Joensen (Betta),
býráðslimur.




