Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættleiðing til Vár í Gong.

John William Joensen

Vár í Gong skrivar í Sosialinum 2. okt., at “tað fall mær fyri bróstið, at hoyra formannin í Trivnaðarnevnd Løgtingsins argumentera fyri, hví hann heldur vildi hava raðfest betong enn bleyt virðið”

Tað sum Vár í Gong skrivar er als ikki í trá við tað eg segði í ÙF – tvørturímóti vísti eg á at Fólkaflokkurin tekur fult undir við at útbyggja heilsuverkið og at byggja fleiri røktarheim, men at tað var skeivt at seta hesar íløgur upp ímóti eitt
nú einum tunnli Norð um Fjall.

Eg vóni at tað Vár í Gong skrivaði var eitt óheppi val av orðum og ikki ein tilætla manipulatión.

Annars skilji eg ikki at Vár í Gong, saman við so mongum øðrum er ímóti at gera tunnilin Norð um Fjall, tá verandi tunnlar eru reinar deyðsfellur. Foreldur at børnum á Viðareiði, Hvannasund og í Norðdepli senda við ótta dagliga síni børn til Klaskvíkar í skúla við bussi. Tað skal so ógvuliga lítið til, at eitt óhapp inni í verandi tunnlum ella á Viðareiðsvegnum kann krevja nógv mannalív. Hetta er eisini
galdandi aðrastaðni í Føroyum. Eg skilji ikki, at fólk eru ímóti, at vit skapa eitt so trygt og gott infrakervið í Føroyum sum gjørligt, fyri at fyribyrgja álvarsligar vanlukkur.

Álvaratos, ætla tit at seta børnini og tey gomlu upp ímóti hvørjum øðrum??

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður