Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

RættOmetur: Røðan hjá formanni Javnaðarflokksins til landsfundin

RættOmetur

RættOmetur er sett á formansfrágreiðingina hjá formanninum í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Jóhannesen. Vit umrøða bert tann partin av røðuni har Løgmaður viðgerð úrslitini hjá sitandi samgongu.

RættOmetur er sett á formansfrágreiðingina hjá formanninum í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Jóhannesen. Vit umrøða bert tann partin av røðuni har Løgmaður viðgerð úrslitini hjá sitandi samgongu.

Aksel V. Jóhannesen: – Vit lovaðu, at ríkidømið skuldu koma út í hvørt heim í Føroyum. Í dag hava allar lág- og miðalløntar familjur meira at liva fyri, tí vit minkaðu um skattin hjá lág- og miðalløtnum og gjørdu skattastigan progressivan aftur.

RættOmetur: IKKI HEILT RÆTT – Skattastigin hjá landinum hevur altíð verið progressivur, og hækkaðu avgjøldini hjá sitandi samgongu raka eisini lág- og meðalinntøkurnar.

Aksel V. Jóhannesen: – Vit lovaðu at skapa fólkavøkstur. Vit nærkast av álvara fyri fyrstu ferð 50.000 fólkum í Føroyum. Tað sæst, at tey ungu seta búgv her heima, og alsamt fleiri, sum ætla sær útbúgving, taka hana her.

RættOmetur: IKKI HEILT RÆTT – Tað er rætt at vit framhaldandi hava fólkavøkstur, men hann byrjaði meðan undanfarna samgonga sæt við valdi, so tað er skeivt at siga at sitandi samgonga hevur ”skapt” fólkavøkstur.

Aksel V. Jóhannesen: – Vit lovaðu at bøta um støðuna hjá teimum lesandi. Tey lesandi fáa nú 500 krónur meira um mánaðin í lestrarstuðli. Komandi ár fáa lesandi eisini lestrarstuðul tann 12. mánaðin. Hetta eru tøl, sum tala.

RættOmetur: RÆTT

Aksel V. Jóhannesen: – Vit lovaðu at skapa betri karmar fyri barnafamiljuna. Barsilstíðin er longd við seks vikum upp í 44 vikur, og seinni í ár verður skeiðið ætlandi longt enn meira. Vit hava eisini økt barnafrádráttin hjá smábarnafamiljum.

RættOmetur: RÆTT

Aksel V. Jóhannesen: – Vit lovaðu at lyfta fólk úr fátækraváða. Vit hava givið serligt ískoyti til fíggjarliga sperdar barnafamiljur. Familjur í trongum korum hava fingið eitt tiltrongt familjuískoyti, og tæt barnafamiljur, sum høvdu minst hava fingið mest, onkrar familjur yvir 30.000 krónur meira um árið at liva fyri.

RættOmetur: IKKI HEILT RÆTT. Tey sum eru í fátækraváða merkja eisini so ella so avgjøldini, sum sitandi samgonga hevur lagt á. Undanfarna samgonga samtykti at hækka botnfrádráttin úr 30.000 kr. upp í 60.000 kr. og hóast tiltøkini hjá sitandi samgongu eru tað framvegis fólk í fátækraváða.

Aksel V. Jóhannesen: – Pensjónistar, sum bara hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at dúva uppá, hava nú slakar 400 krónur meira at liva fyri um mánaðin.

RættOmetur: IKKI RÆTT: – Grundupphæddin í fólkapensjónini sum lækkaði var skattafríð, meðan skattur skal gjaldast av hækkaða gjaldinum úr Samhaldsfasta. Kringvarpsgjaldið hjá pensjonistunum lækkaði, men har sum tvey eru í húsi skulu tey gjalda tvey hálv gjøld ístaðin fyri eitt heilt.

Aksel V. Jóhannesen:
– Og vit lovaðu at venda undirskotinum til yvirskot. Eftir hall á fíggjarlógini øll árini síðani 2008 er nú stórt avlop.

RættOmetur: -IKKI RÆTT: – Tað var yvirskot á fíggjarlógini tá undanfarna samgonga legði frá sær. Men nývalda løgtingið valdið, við eykajáttan, at framskunda íløgur í eitt nú Viðareiðistunnilin og keyp av bygninum í Havn, so tá av tornaði var eitt lítið undirskot á fíggjarlógini við ársenda.

LES EISINI: RættOmetur, formansfrágreiðing hjá Høgna Hoydal