Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættvísi fyri heimaflotan!

Kristoffur Gaardlykke

Tað er lívsneyðugt, at vit fáa heimaflotan at tjena pengar aftur.

Øll tosa um, hvussu fantastiska væl tað gongur í fiskivinnuni. Men eingin tosar um, at tað gongur av skriðuni til undir Føroyum. Tey, ið sigla undir Føroyum, tjena so lítið, at tað gevur nógv meira at arbeiða heima fulla tíð. Tað kann ikki vera rætt, at sjófólk noyðast at vera burtur í upp til 300 dagar um árið fyri at tjena 250.000 kr í ársinntøku.

Hetta fara vit í Javnaðarflokkinum at broyta, um vit fáa tykkara álit. Loysnin er at gera avtalur við onnur lond, har tey fáa makrel, svartkjaft og møguliga sild. Afturfyri fáa vit botnfisk til línubátar, partrolarar og lemmaskip.

Hetta ger eisini, at vit kunnu fylgja tilráðingunum frá fiskifrøðini, uttan at manning og skip fara av knóranum. Taka vit bara dømi frá línuskipunum, sum vóru á Flemish cap í ár, vísti tað, at tað kann bjarga bæði manning og skipi alt árið at fáa 400 tons av toski í fremmandum sjógvi.

Veljið tí meg á ting.

Kristoffur Gaardlykke, Javnaðarflokkurin