Seinasta sunnudag andaðist Ragnhild á Hædd sum búði í býnum Loughborough í Miðonglandi. Ragga, ið varð fødd í 1915, var næstyngst av børnunum hjá Johannes og Thominu á Hædd.
Thomina var ættað úr Vátutoft á Uppsølum, men vaks upp hjá fastir sínari Elsu sum var gift við Tummas á Hædd. Johannes var ættaður úr Fuglafirði.
Undir krígnum møtti Ragga Walter Pear ið var hermaður. Tey giftust og búðu tey fyrstu árini yviri á Gerðareiði. Seinni fluttu tey til Onglands. Børnini eru trý, John, Minna og Iren. Walter er enn á lívi. Ragga var ofta heima og vitjaði og tað sama kann sigast um sonin John, sum eitt skifti búði í Klaksvík. Skyldfólk og vinfólk hava eisini verið ófør at vitja Raggu og Walter í Onglandi.
Á myndini eru:
Aftast frá vinstru: Símun Jakku, Tummas, Petur, Mainhard og Viggo
Fremst frá vinstru: Ragnhild, Aksel, Johannes og Thomina, Hans Dávid og Turid




