Jákup Suni Lauritsen, byggifrøðingur hjá J&K Petersen sigur, at tað gekk sera væl at fáa rampuna upp á pláss á Syðradali í dag.
Tað vóru tung tøk, ið skuldu takast, tá gamla rampan á Oyragjógv, ið hevur verið til umvælingar á Tórshavnar Skipasmiðju, skuldi fáast upp á pláss á Syðradali. Umframt at rampan sjálv vigar umleið 30-40 tons, so skuldi ein 100 tons kráni eisini til Syðradals at gera lyftiarbeiði har.
Jákup Suni Lauritsen sigur, at rampan fór úr Havnini í gjárkvøldi við politieskortu norður eftir landsvegnum til Lorvíkar.
Væl gekkst eisini í morgun. Fyrst sigldi Sam ein túr við 100 tons kránanum, ið Tórshavnar Skipasmiðja hevur leiga úr Danmark og síðani fór Sam aftur til Lorvíkar eftir sjálvari rampuni. Sam kom á Syðradal kl. 8 ímorgun og so var farið undir at uppskipa rampuna og fáa hana upp á pláss og forbinda tað sum skuldi til. Spennandi var hjá okkum at vita um alt passaði sum tað skuldi, og tað gjørdi tað. Kl. 17 ídag, kundi stóri kránin koyra eftir rampuni á Syðradali og umborð á Sam eins og ein stórur lastvognur við blockvogninum eisini koyrdi umborð.
Nú rampan er farin at virka, lættir hetta nógv um arbeiði við at fáa betong og annað tilfar á Syðradal, tí nú eru vit ikki noydddir at taka hædd fyri flóð og fjørðu. Vit rokna við, at verða liðnir við at stoypa atløgusíðuna um jóltíðir og til tað tíð fer at bera til hjá ferjunum at sigla í rutu til syðradals og brúka rampuna her, sigur Jákup Suni Lauritsen, verkfrøðingur hjá J&K Petersen at enda.




