Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ramur pumpuroykur í nasarnar

(Hannefía Joensen)

Eftir endaleyst rok í samgonguni og eina røð av miseydnaðum bjargingarátøkum frá løgmanni fyri at halda landsstýrisskútuni flótandi, sigur formaður Sambandsfloksins seg, eins og flest allir føroyingar, nú kenna raman pumpuroyk í nasarnar.

Væl skiljandi tróta ikki áheitanir úr øllum heraðshornum á løgmann um at leggja frá sær, nú Føroyar í drúgvt hálvt ár hava ligið mest sum í stjórnarloysi. Skútan er um at søkka, hóast dúgliga verður pumpað.

Eitt umboð úr hvørjum av stóru samgonguflokkunum verða sagdir at vera orsøkin til trupulleikarnar. Hesir báðir tingmenn koma úr hvør sínum enda á landinum, umboðandi útjaðaraøkir og berjast, hvør á sín hátt, fyri menning av øllum økjum í landinum, sum vituligt er eisini sínum egnu. Teir eru kendir sum støðufastir, reellir og álítandi. Vilja ikki undir nøkrum umstøðum svíkja sínar veljarar ella bróta sítt orð.

At ógvusligt trýst hevur verið lagt á teir hevur alt Føroya fólk verið vitni til. Umboðið úr Javnaðarflokkinum greiddi frá gongdini av tingsins røðarapalli fyri opnum skíggja, tá hann tók seg úr samgonguni, og umboðið úr Tjóðveldi gjørdi tað sama, tá fiskidagarnir vóru til viðgerðar.

Løgmaður og varaløgmaður tosaðu við stórum stavum og hóttu við báli og brandi, tó líka lítið hjálpti tað. Hesir fólkavaldu stóðu stinnir í heimligum jørðildi og lótu seg ikki taka av fótum. Sjálvt ikki tá málið var gjørt til ein kabinettspurning, og formanssessurin í Tjóðveldi varð settur í veð, samstundis sum formaðurin hótti við at taka flokkin úr samgonguni, tí hann ikki megnaði uppgávuna at vera stjórnarberandi flokkur, um uppskot hansara fall.

At trúvirðið hjá samgonguleiðsluni er farið, man lítið vera at ivast í, nú leiðararnir kortini framvegis krøkja seg til taburettirnar, og samgongan soleiðis roynir at skinkla víðari millum boðar og sker frá máli til mál við størsta áliti á Sjálvstýrisjolluni, sum onkur teirra kortini ikki sýnist heilt tryggur við, tá á stendur. Lítið roynda manning Sjálvstýrisfloksins er sum skilst als ikki sinnað at mynstra við hesa ófrættakendu leið.

Hvør endaliga flokspolitiska lagnan verður hjá útjaðaraumboðunum báðum, er enn óvist, men fyribils tykjast teir frystir út úr tingbólkunum, ignoreraðir, og hava helst mist allar álitissessir, hóast forkvinnan í tingbólki Tjóðveldisins boðar frá ”at tað ongar avleiðingar fær fyri tingmannin, men at tingbólkurin nú bert telur 7 sjálvt um tey eru 8, men hann er bara ikki fullgildur limur at rokna”. Víðari er upp til floksleiðslurnar at gera av, hvussu teirra dygdir sum fólkavaldir tinglimir skulu vigast og metast.

Øðrvísi man vera hvussu fólkið í økjunum metir um avrik teirra. Tingmaðurin úr Tjóðveldinum varð móttikin sum hetja av útróðrarmonnum í Norðoyggjum, sum handaðu honum heiðursbræv á Sjómannadegnum fyri trúfesti og gott avrik í royndunum at bøta um korini hjá útróðrar- og fiskimonnum og fyri at verja útjaðaran. Tingmaðurin úr Sandoynni var somuleiðis móttikin sum hetja og stórliga fagnaður, tá hann kom aftur í Sandoynna, fyri royndir sínar at bøta um korini hjá fólkinum og at menna útjaðaran. Almenna Kringvarpið harmaðist tó, at innslagið við móttøkuni ikki var klipt liðugt til sendingina tað kvøldið. Kanska verða vit vitni til stórfingnu móttøkuna einaferð seinni.

Ikki óvæntað eru veljarakanningarnar heldur vánaligar fyri samgonguna, og er tað helst orsøkin til, at leiðslan framhaldandi krøkir seg til sessirnar hóast rama pumpuroykin, sum nú rívur í nasarnar. Mangt bendir á, at veruligu trupulleikin er at finna í broytingini til eitt valdømi, tá m.a. somu floksformenn gjørdu av, at vit bert skulu fremja “landspolitikk” á Føroya Løgtingi.

Harleywoodpaint