Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Randi royndarvenur í Íslandi

John William Joensen

Randi er farin til Íslands at royndarvenja við Valur Reykjavik, skrivar KÍ-heimasíðan

 Hon fór avstað leygardagin og verður aftur í Føroyum mánadagin.

Valur setti seg í samband við KÍ fyrr í vikuni, og ynskti at fáa Randi til Íslands at royndarvenja, og so hevur alt gingið sera skjótt fyri seg. Eftir ætlan skuldi hon avstað fríggjadagin, men tá vóru eingi floglíkindi, so alt bleiv útsett í ein dag.

Valur hevur nokk fingið eyga á Randi í summar, tá KÍ var vertur fyri einum bólkaspælið í Uefa-cup, sum Valur vann.

Hetta er ikki fyrstu ferð at leikarar hjá KÍ-kvinnunum hava verið og royndarvant, tí í 2000 vóru Rannvá og Ragna í Norra og royndarvandu, og fingu eisini bjóða sáttmála, men tær valdu heldur, at halda fram í KÍ og leika Uefa-cup fótbólt.