Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rani klárar seg við javnleik í finaluni um at vinna 1. bólk

Nordlysid

Higartil hevur Rani Baldursson verið í einum flokki fyri seg í 1. bólki, har hann í seinasta umfarinum páskaaftan telvar ímóti Jákup á Rógvu Andreasen, sum undan dystinum er 1 stig aftan fyri Rana.

Higartil hevur Rani Baldursson verið í einum flokki fyri seg í 1. bólki, har hann í seinasta umfarinum páskaaftan telvar ímóti Jákup á Rógvu Andreasen, sum undan dystinum er 1 stig aftan fyri Rana.

 

Eftir 8 umfør liggur Rani Baldursson fremstur við 7,5 stigum, tvs. hann hevur vunnið øll síni talv higartil uttan tað eina, sum er endað við javnleiki.

 

Honum á baki á stigatalvuni er Jákup á Rógvu Andreasen við 6,5 stigum, og tað eru júst teir báðir oddamenninir, ið setast við talvborðið yvir av hvørjum øðrum páskaaftan, 30. mars 2013, fyri at gera av, hvør av teimum skal vinna 1. bólk, har stigatalvan undan síðsta umfari sær soleiðis út:

 

Støðan eftir 7 umfør – 1. bólkur:

1 Baldursson Rani 7.5

2 Andreasen Jákup á Rógvu 6.5

3 Jacobsen Súni 4.5

4 Justinussen Sigurd B. 4.5

5 Jacobsen Heiðrikur Tindskarð 3.5

6 Sólsker Tummas M. 3.5

7 Berg Margar M. 3.5

8 Augustinussen Bernhard 3.0

9 Danielsen Andrias 2.5

10 Olsen Rógvi M. 1.0

 

Teir, sum hava fylgt kappingini, siga fyri Norðlýsinum, at Rani í hesari kappingini veruliga hevur telvað væl, sum úrslitini higartil eisini greitt vísa.

 

Spennandi verður, um henda gongdin fer at halda fram í “finaluni” í morgin, ella um Jákup á Rógvu Andrasen fer at megna at geva Rana dygga mótstøðu.

 

Avgerðin fellur páskaaftan í Argja Skúla, har talvdystirnir byrja kl. 10.00 fyrrapartin.