Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rann við øksu eftir kvinnu í Havnar Timburhandli í nátt

John William Joensen

Innbrotsmaður rann við eini øks eftir kvinniligum starvsfólki hjá Havnar Timburhandli í nátt – politiið leitar framvegis eftir manninum. Politiið heldur ikki at maðurin er vandamikil – og at hann verður handtikin innan stutta tíð

Av politistøðini í Havn verður sagt at tað framvegis verður leitað eftir innbrotstjóvinum – men løgreglan hevði góð spor at ganga eftir.

– Hendingin fór fram í nátt tá eitt av starvsfólkunum hjá timburhandlinum varnast at onkur er inni í handlinum
– Konan sum arbeiðir hjá 2×3 kemur so fram á mannin í handlinum. Maðurin tekur eina øks og fer at renna eftir kvinnuni – sum til alla lukku megnar at flýggja út gjøgnum høvuðsdyrnar og leita sær hjálp.
– Politiið kemur á staðið lítla løtu seinri, men tá er maðurin rímdur.
– Vit hava góð spor at ganga eftir – m.a. upptøkutól, sigur Bergleivur Brimvík av politistøðini í Havn.

Hann roknaði við at ikki long tíð fór at ganga fyrr enn maðurin blevi handtikin.

Har hevur ein sum arbeiddi verið inni í timburhandil – verður varður við at ein maður stendur inni í handlinum – og tá viðkomandi sær hendan sum hoyrir fór at renna við øks eftir dámuni.

Harleywoodpaint