Rannvá Andreasen hevur nú í fleiri ár verið ein framúr álopsleikari fyri suverena kvinnuliðið hjá KÍ, og í ár hevur hon skotið heili 27 mál í 20 dystum.
Miðlahúsið var um vikuskiftið kamur um avslutningin av fótbóltsárinum 2008, har ársins bestu vórðu funnin og heiðrað.
Ikki óvæntað varð Jákup Mikkelsen, sum frammanundan er valdur til ársins KÍ-leikara, eisini valdur til besta málverja í landinum – ein fult uppiborin heiður til Jákup, sum kanska ongantíð hevur spælt so væl, sum hann ger í løtuni.
Óteljandi ferðir bjargaði hann KÍ undan ósigrum við framúr bjargingum – dømini eru mong.
Eisini hjá kvinnunum átti KÍ besta málmannin. Olga, sum avloysti Randi í málinum í ár, hevur staðið sera væl, og eru bert 8 mál farin í gjøgnum í 20 dystinum, so tað var ikki óvænta at hon bleiv vald til besta málverja.
Besti venjari hjá kvinnunum í ár er Aleksandar Djordjevic, venjari hjá KÍ-kvinnunum, sum hevur vunnið alt í ár og eisini fekk eitt gott úrslit í UEFA-cup.
Síðani vóru heiðrarnir fyri ársins stjørnuskot og ársins leikara handaðir. Olga F. Olsen varð nominerað til ársins stjørnuskot, men Fríðrún Danielsen frá Skála vann.
Til ársins leikara var Olga Kristina Hansen nominerað, men Heidi Sevdal úr B36 bleiv vald.
Hjá monnum bleiv Róaldur Jacobsen valdur til ársins stjørnuskot og Arnbjørn Hansen úr EB/Str. varð valdur til ársins leikara hjá monnum.
Eisini blivu gyltu skógvarnir handaðir, og her var greitt at Rannvá Andreasen hevði skotið flest mál, heili 27 í 20 dystinum og Arnbjørn Hansen gjørdi flest hjá monnunum, 20 mál í 27 dystinum.
At skjóta 27 mál í 20 dystum er eitt fantastiskt avrik, sum enn einaferð staðfestir, at Rannvá er ein framúr álopsleikari.
Hetta svarar til 1,35 mál pr. dyst, sum er eitt ómetaliga høgt tal av málum.
Vinnararnir vóru hesir:
Ársins leikarar
Arnbjørn Hansen, EB/Str.
Heidi Sevdal, B36
Ársins stjørnuskot
Róaldur Jakobsen, B36
Fríðrún Danielsen, Skála
Ársins málverjar
Jákup Mikkelsen, KÍ
Olga Fríðunn Olsen, Kí
Toppskjúttar
Arnbjørn Hansen, EB/Str.
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Ársins venjarar
Sigríður Clementsen/Magni Mohr, EB/Str.
Aleksandar Djordjevic, KÍ
Ársins dómari í Formuladeildini
Eiler Rasmussen




