Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rannvá kann skora sítt mál nummar 500 á Norðoyastevnu

Jákup Ósá

Og tá tosa vit einans um landskappingina í bestu kvinnudeildini í føroyskum fótbólti.

Og tá tosa vit einans um landskappingina í bestu kvinnudeildini í føroyskum fótbólti.

333 dystir og 498 mál. Tað siga hagtølini hjá KÍ leikaranum Rannvá B. Andreasen sambært FaroeSoccer. Hetta eru helst bestu hagtølini í málum hjá nøkrum føroyskum leikara, tá vit tosa um bestu deildina. Sunnudagin spæla KÍ kvinnurnar í Klaksvík móti HB. Dysturin byrjar kl. 12.30 og tað kann blíva søguligi dysturin, har Rannvá kemur uppá 500 landskappingarmál fyri eitt og sama felag í bestu deildini. Tað finnast neyvan nógvir leikarar yvirhøvur við so góðum hagtølum og enntá fyri sama felag.