Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ránnva Lützen & Jógvan Ósa LIVE í Klaksvíkar klubba

(Hannefía Joensen)

Í morgin Fríggjakvøldið 14.mars verða livandi tónleikur við Ránnvu Lützen & Jógvan Ósa, í ovaru hæddini í Klaksvíkar klubba.

Ránnva er ikki heilt ókend innan føroyska tónleikaheimin, og hevur hon sungið til nógv ymisk tiltøk, og har hevur hon prógva at hon er ein fantastisk songkvinna, við eini vakrari sermerktari rødd, í morgin verður so høvi at hoyra Ránnvu.

Men nú er tað ikki bara Ránnva ið er partur av duettini, Jógvan Ósa kemur at hava guitar undirspælið undir hond, tey ið áður hava hoyrt Jógvan vita at hann er ein guittarsnidlingur burturav, og er tað einki ið hann ikki kann gerða við guitarini.

So komi niðan í klubban í morgin fríggjadagin 14.mars, og hoyri tveir fantastiskar tónleikarar, framføra fyri tykkum.
Í ovaru hæddini er 18 ára aldursmark!

Í niðaru hæddini verdur diskotek, og har verður tað okkara geniali orginali lokali DJ HÆRZZZ ið kemur at framføra allan tann besta og nýggjasta tónleikin.

Í nidaru hæddini er 16 ára aldursmark!