Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Raske drenge grind at dræbe….

John William Joensen

Stuttligt var at eygleiða hvussu skjótt og væl drápið gekk, og hvussu ágrýtnir teir ungu vóru í drápinum

Grindin taldi einans nakrar 20 hvalir, og góða manningin gjørdi at tað var rift um at sleppa framat at skera hvalirnar á háls.
Tað gekk ikki meir enn einar tríggjar minuttir at drepa og umstøðurnar í dýrdarveðrinum vóru av teimum allar bestu.
Tó var lagt til merkis at nýggju sóknaronglarnir vóru lítið ella einki brúktir.
Teir lógu klárir til at taka á sandinum men bert heilt fáir um nakar kom í nýtslu.
Um hetta var av tilvild, tí at menn sjálvir høvdu gomlu sóknaronglarnar við sær, er ilt at meta um, men vit kunnu so staðfesta at flestu hvalirnir vóru króktir við gomlu onglunum.
Nógv fólk var samankomið og forvantningarnir til grindina vóru stórir tí nú er langt síðan seinast og spikið er langt síðani upp etið.
Men tað gjørdist ikki sørt antiklimaks at so fáir hvalir vóru í grindini hesuferð.
Tó var nógv tosað um at nógv var til av hvali sunnanfyri, so hvør veit um vit ikki fara at hoyra grindaboð seinri í dag ella í vikuni.