Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ravnur í finaluni

Jóhann Lutzen

Ravnur verður annað liðið í finaluni í kurvabólti, sum verður spæld 13. mai

Ravnur verður annað liðið í finaluni í kurvabólti, sum verður spæld 13. mai

Ravnur tók leygardagin ímóti Hamar á Toftum, har leiktur varð ein sera spennandi dystur. Fram til hálvleik førdi Hamar og var hálvleikstøðan 18-21.

Í seinna hálvleiki fingu Ravnur yvirtakið, eftir at gongd kom á hjá Ernersto Ferrari, sum skoraði 10 stig í síðsta fjórðingi, samstundis sum at Bjarni Zachariassen hevði fleiri umráðandi blokk í verjuni.

Dysturin endaði við sigri til Ravn 46-35. Toppskorari hjá Ravni var Ernesto Ferrari við 16 stigum og hjá Hamar var David A. Galan toppskorari við 8 stigum.

Ravnur eru enn ósigraðir, og er heilt sikkurt eina liðið í finaluni, sum verður 13. mai 2017.

Meira spennandi verður, hvat av hinum feløgunum, Hamar ella Sporðdrekin, koma í finaluna. Teir hava spælt tveir dystir móti hvørjum øðrum, og hava vunnið ein í part.

Næsti dystur er 11. mars 2017, kl. 15:00 í Tofta Skúla, har Ravnur tekur ímóti Sporðdrekanum.