Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Realkredittkostnaðurin er innanfyri tilmæli hjá Kappingareftirlitinum

Banknordik

Umsitingargjaldið fyri realkredittlán veitt av BankNordik er av røttum innanfyri metingina hjá Kappingareftirlitinum.

Umsitingargjaldið fyri realkredittlán veitt av BankNordik er av røttum innanfyri metingina hjá Kappingareftirlitinum.

Kappingareftirlitið metir í teirra frágreiðing um realkreditt, at eitt realkredittbidrag í Føroyum á 1,33% er rímiligt. Bidragið hjá BankNordik er 1,5% – tvs. 0,17%-stig hægri. Men sum bankin viðmerkti í tíðindaskrivinum í gjár, hevur Kappingareftirlitið m.a. bert í heilt avmarkaðan mun tikið við útreiðslur á 0,3%, sum bankin hevur av kapitaltørvi fyri at veðhalda fyri realkredittlánunum. Verður hædd tikið fyri hesi útreiðslu, liggur bidragið hjá BankNordik innanfyri tað, sum Kappingareftirlitið sjálvt metir vera rímiligt.

Nevndu útreiðslur standast av, at myndugleikarnir krevja, at bankin hevur millum 14-17% av vektaðu útlánum og veðhaldum í eginogn (sonevnda solvenskravið). So tá bankin veðheldur fyri realkredittlánum, má bankin økja um eginognina við 14-17% av vektaða virðinum av veðhaldinum, ið verður fíggjað við ábyrgdarláni við 10% í rentu. Í teimum vektaðu útlánunum er hædd tikin fyri, at sethúsalán eru minni váðin enn vinnulán. Sethúsalán telja tí bert við 35% av útlánsupphæddunum, og tað hevur bankin tikið hædd fyri í roknistykkinum. Bankin veðheldur fyri helvtini útláninum, tí er kravda ábyrgdarlánið 14-17% av 17,5% av lánunum. Við 10% í ábyrgdarlánirentu kostar kapitalbindingin bankanum umleið 0,3% av realkreditlánunum.

Seinnu árini hevur solvenskravið hjá BankNordik verið 14% av útlánunum – eitt individuelt krav á 9% umframt eitt eyka krav frá Fíggjareftirlitinum á 5 prosentstig. BankNordik hevur tí seinnu árini havt ein solvens millum 14-15%. Framatrættað verður solvenskravið til BankNordik sum SIFI-stovnur hert til upp ímóti 17% av vektaðum útlánum og veðhaldum.

Kappingareftirlitið roknar ikki við einum solvenskravi á 14-17%, men bert við 3,21%. Og hetta ger, at eftirlitið útroknar eina nógv lægri útreiðslu av kapitaltørvinum enn veruliga talið, sum er 0,3%. BankNordik hevur í hoyringini í fleiri umførum gjørt Kappingaeftirlitið vart við hetta mistak, men higartil úrslitaleyst.

Kappingareftirlitið sigur í tíðindaskrivi í gjár, at tað hevur valt at brúka ein roknihátt, har solvensprosentið innan privata økið er lægri enn innan vinnuøkið. Men hetta er ikki rætt roknað, tí hædd verður tikið fyri lægra váðanum í privatu sethúsalánunum í vektini av lánunum – ikki í solvensprosentinum. Roknihátturin hjá kappingareftirlitinum hevði havt við sær, at ein banki, sum bara hevur privatlán, hevði havt eitt solvenskrav uppá góð 3% – tvs. 3% í eginogn – men tað loyvir hvørki lógin ella Fíggjareftirlitið.

Kappingareftirlitið sigur seg hava fingið hesa fatan í einum samskifti við Fíggjareftirlitið, men tá Fíggjareftirlitið ikki góðkennir solvenskrøv til bankar á góð 3%, bendir alt á, at eftirlitini bæði ikki hava samskift nóg greitt í hesum føri. Bankin fer í næstum at seta seg í samband við Kappingareftirlitið fyri at fáa innlit í, hvussu Fíggjareftirlitið hevur málborið seg. Vónandi kunnu partarnir semjast um, at solvenskravið verður roknað, sum lógin fyriskrivar, og sum veruleikin hjá bankunum er.

Harleyfacadeacryl