Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Realpolitikkur skapar vælferð

Rigmor Dam

Hví skal eg velja júst Javnaðarflokkin á Fólkatingsvalinum? Soleiðis spurdi ein ungur maður hendan dagin.

Hví skal eg velja júst Javnaðarflokkin á Fólkatingsvalinum? Soleiðis spurdi ein ungur maður hendan dagin.

Tað skalt tú, tí Javnaðarflokkurin fer niður á Fólkating við opnum sinni við tí fyri eygað at samstarva við danskar myndugleikar og politisku skipanina um at skapa ítøkilig úrslit og sambond til samstarv og samvinnu. Altíð við vælferð fólksins í huga.

Vilt tú skapa úrslit, mást tú virka í veruleikanum, og ikki í einum ímyndaðum ella ynskiligum veruleika.

Føroyski veruleikin er, at vælferð Føroya bæði verður skapað her heima og á Fólkatingi, hetta hava vit sæð hópin av dømum um gjøgnum tíðirnar.

Og føroyski veruleikin er eisini, at politiski veruleikin í mongum førum hevur bjóðað løgfrøðiliga veruleikan av. Also, at mál, sum í fyrstu atløgu tóktust ógjørlig at fáa ígjøgnum, brádliga hepnaðust kortini, ofta eftir tógvið stríð og drúgvar samráðingar. Slíkt krevur politiskt snildi, timing, vinarløg og felags forstáilsi. Hetta er tað, sum ger politikk so spennandi!

Tí er umráðandi at hava umboð á fólkatingi, sum skilir týdningin av at samstarva og at skapa sambond á hesum palli.

Loysingarmálið er og verður ikki fremsta mál Javnaðarfloksins. Og hetta mál er onki at draga niður á Fólkating, tí tað er bara upp til føroyingar sjálvar at gera av, um og nær loysingin verður.

Javnaðarflokkurin fer ikki á Fólkating at skapa konfrontatión ella at spæla martyrur, men úrslit gjøgnum realpolitiskar samráðingar.

Tí vit skulu víðari!

Rigmor Dam, valevni fyri Javnaðarflokkin til Fólkatingið

Harleywoodpaint