Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rebekka og Oddvør við í DMU innandura

John William Joensen

Rebekka Fuglø og Oddvør Josephsen úr Treysti skulu í vikuskiftinum luttaka í innandura DM fyri Ung, sum aftur hesaferð verður hildið í Sparbank Arena í Skive. Seinni í dag skulu tær báðar renna 800m og í morgin renna báðar 1.500m.

Ímeðan Rebekka, sum hevur luttikið síðan 2009, er við fyri seinastu ferð til innandura DM fyri ung (hon verður ov gomul næsta ár), so er hetta fyrsta DM hjá Oddvør. Hon er fødd í 2001, og ein skal fylla 14 ár í árinum fyri at kunna luttaka í DM ung. Harumframt krevst, at ein er í topp 18 á einum ranglista hjá DAF, fyri at tryggja sær startpláss. Tey aftanfyri koma á bíðilista um okkurt fráfall ella avboð kemur.

Hjá Rebekku er hetta ein liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar á Jersey í summar, so málið hjá henni verður fyri tað fyrsta, at vita hvørjum støði hon er á í løtuni. Hon hevur fyrr í vetur verið darvað av skaða, og hevur tí ikki kunna runnið tað sum ynskiligt er, men hon hevur kortini vant dúgliga aðra venjing fyri at halda formin.

Oddvør, sum skal royna seg í DM fyri fyrstu ferð, hevur sum mál at seta persónligt met í aðrari renningini. Oddvør, sum júst er blivin 14 ár, skal royna seg ímóti teimum 15 ára gomlu eisini, so tað verður hørð kapping hjá henni.

Skrá leygardag føroysk tíð:
kl. 16.55 800m Oddvør (gentur 14-15 ár)
kl. 17.35 800m Rebekka (gentur 20-22 ár)

Skrá sunnudag føroysk tíð:
kl. 13.15 1.500m Oddvør (gentur 14-15 ár)
kl. 14.55 1.500m Rebekka (gentur 20-22 ár)

Umframt Rebekku og Oddvør, so luttaka fimm íðkarar úr Bragdinum og ein úr Hvirluni.

Leinkja til kappingina er her: DMU innandura 2015


Rebekka, Oddvør og Gutti avmyndaði í dag áðrenn tey fóru til kappingarnar