Rebekka Fuglø, úr Treysti, megnaði i dag at renna seg til eitt ótrúliga flott triðjapláss í 1.500m í DM innandura og samstundis seta enn eitt føroyskt met við tíðini 4.29,60 min. Hon setti føroyskt met í Reykjavík fyri trimum vikum síðani og var tað 4.36,19 min. og tað betraði hon í dag við meira enn 6,5 sekundum.
Úrslitið í finaluni bleiv hetta:
| # | Result | Name | YOB | Team | |
|---|---|---|---|---|---|
| 1 | AR, PB | 4.21.85 | GLAD Simone | 1990 | AGF |
| 2 | 4.24.39 | SCHULZ Line K | 1996 | Aalborg Atletik | |
| 3 | PB | 4.29.60 | FUGLØ Rebekka | 1993 | Vejle IF |
| 4 | PB | 4.33.01 | HELWIGH Anna Mark | 2000 | Sparta |
| 5 | 4.33.46 | THESTRUP Josephine | 1996 | Sparta | |
| 6 | PB | 4.39.78 | SØEFELDT Sophie | 2000 | Sparta |
Bert tríggjar tímar seinni skuldi hon so renna innleiðandi riðil í 800m, og spennandi var hvussu tað mundi fara at gangast. Tveir riðlar við fimm kvinnum í hvørjum skuldu kappast um finalupláss til í morgin. Vinnarin í hvørjum riðili umframt fýra tær skjótastu tíðirnar komu víðari. Hon kom í fyrra riðilin, og tá er ringt at renna eftir eini tíð, men Rebekka gjørdi ikki mætari enn at vinna riðilin og tryggjaði sær harvið pláss í 800m finaluni, sum verður runnin kl. 13.45 okkara tíð.
Rebekka kemur fyrst á mál í 800m (mynd:Paulina Viðbjørg)
Úrslitini í 800m innleiðandi blivu hesi:
| # | Result | Name | YOB | Team | ||
|---|---|---|---|---|---|---|
| HEAT 1 / 2 | ||||||
| 1 | Q | 2.14.55 | FUGLØ Rebekka | 1993 | Vejle IF | |
| 2 | q | 2.14.80 | MØRCK Mia Helene | 1999 | Bagsværd AC | |
| 3 | q | 2.15.68 | KEIDSER Joseffa | 1995 | Aarhus 1900 | |
| 4 | 2.16.12 | RICHTER Nathalie | 2000 | Aalborg Atletik | ||
| 5 | PB | 2.17.97 | VEGEBERG Caroline L | 1998 | Køge Atletik | |
| HEAT 2 / 2 | ||||||
| 1 | PB | Q | 2.11.61 | SCHULZ Line K | 1996 | Aalborg Atletik |
| 2 | q | 2.12.48 | GOTTLIEB Helene H | 1998 | Holte Atletik | |
| 3 | q | 2.14.20 | RYTTER Josefine | 1994 | Bagsværd AC | |
| 4 | 2.16.93 | JØRGENSEN Louise | 1991 | Københavns IF | ||
| 5 | 2.17.19 | DIEKEMA Mathilde | 1994 | Aarhus 1900 | ||





