Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Regin á Bakka stúrir fyri álvarsomum avleið­ingum av vinnupolitikkinum

Oliver Joensen

Færri vinnuíløgur, skerd vinnumenning, minni virðisøking, skerdur útflutningur og færri arbeiðspláss í vinnuni kann skjótt gerast úrslitið, um núverandi landsstýri heldur fram á somu kós sum higartil – hetta var greiði boðskapurin frá Regini Jacobsen, stjóra á Bakkafrost, í nýggjárssending í Útvarpi Føroya á seinasta degi í 2015.

Tað var ein sera væl fyrireikaður og óvanliga hvassorðaður Regin á Bakka, sum luttók í orðaskifti í Útvarpi Føroya við nýggja vinnumálaráðharran, Poul Michelsen, sum á hinari síðuni var rættiliga

trilvandi.

Fyrst royndi landsstýrismaðurin at føra fram, at undanfarna landsstýri hevði tikið tað sama frá vinnuni, men tá ið stjórin á Bakkafrost vísti hesum greitt aftur, royndi landsstýrismaðurin eina løtu at bakka frá gjørdu løgtingssamtyktunum við at siga, at tey altíð kundu broyta tað aftur, um laksaprísurin fór at lækka.

Kjakið var óvanliga erligt og gott, og tað var tí sera áhugavert at lurta eftir.

Eitt nú vísti Regin Jacobsen á, at alivinnan í 2015 rindar meir enn 400 mió. kr. í skatti, og at tað tí er burturvið av politisku skipanini so brádliga at hækka skattatrýstið úr 18% upp í umleið 30%.

Regin vísti á, at hetta hendir, samstundis sum norska stjórnin nú lækkar skattin á alivinnuna har niður á 25%, sum seinni fer enn longur niður á 22%.

Stjórin á Bakkafrost vísti eisini á, at við løgtingssamtyktini, sum nú er gjørd av landsstýrissamgonguni, kann skatturin á alivinnuni í veruleikanum fara heilt upp á 100%, um laksaprísurin lækkar! – ikki fyrr enn vinnan einki avlop hevur, skulu gjøldini til landskassan lækkast.

At enda var landsstýrismaðurin so hart kroystur, at hann fyri opnari mikrofon kendi seg noyddan at spyrja stjóran á Bakkafrost beinleiðis, um hesin politikkurin hjá landsstýrinum fór at fáa vinnuna at umhugsa ikki at gera íløgur í Føroyum, men heldur aðrastaðni, og svarið var ógvuliga greitt frá Regini á Bakka: Ja, avgjørt!

Í høvuðsheitum var boðskapurin frá hesum leiðandi vinnulívsmanninum, at vinnuligi vøksturin, sum hevur verið seinnu árini, kann venda til afturhald í vinnuni, um landsstýrið ikki heldur aftur í sínum ógvusligu skatta- og gjaldshækkingum.

Harleyfacadeacryl