12 ár aftan á hansara slóðbrótandi fløgu “Writing You A Song”, er
sangarin og sangskrivarin Regin Guttesen ávegis við nýggjari
útgávu.
FJAKKARI verður heitið á nýggjari fløgu, sum Regin Guttesen gevur út
seinni í mai. Talan er um sangir við føroyskum tekstum, sum Regin,
fyri stóran part, sjálvur hevur skrivað, meðan hann og familjan hava
verið búsitandi í Italia – har tey búgva enn. Fløgan er tó innspæld í
Kris-Stuff Studio í Havn og Fix-n-Mix Studio í Danmark. Óli Poulsen
hevur framleitt og ljóðblandað.
Navnframi amerikanski trummuspælarin Paul Leim var í Føroyum og spældi
trummur inn. Umframt Regin, ið sjálvur leggur serligan dám á fløguna
við sínum klaverspæli, spæla Óli Poulsen, Jákup Zachariassen, Niclas
Johannesen, Hans Poulsen, Gunnar Guttesen, Jan Zachariassen og
Kristoffur Mørkøre eisini við á fløguni.
Við sær at syngja kór, hevur Regin millum annað Lenu Anderssen, Lindu
Andrews, Mariu Guttesen, Sølvu Ford, Jóhan Magnus K Olsen, Sigrið
Rasmussen og Lindu Petersen.
Fløgan kemur í handlarnar seinni í hesum mánaðinum.




