Seinrapartin mynstraði 70 ára gamli Regin Kunoy av strandferðsluskipinum SAM fyri seinastu ferð, og nú kann Regin njóta lívið sum pensjónistur.
Seinrapartin mynstraði 70 ára gamli Regin Kunoy av strandferðsluskipinum SAM fyri seinastu ferð, og nú kann Regin njóta lívið sum pensjónistur.
Tá Sam legði at bryggju á Stongunum fyri løtu síðan stóð fyrrverandi skiparin Sámal Jákup Hansen á bryggjuni við einari køku. Ørindini vóru umborð á Sam har fyrrverandi starvsfelagin Regin Kunoy mynstraði av fyri seinastu ferð.
– Eg havi verið maskinmeistari við Strandferðsluni í 27 ár út í eitt og havið arbeitt sum avloysari síðan 1970, greiður Regin Kunoy frá.
– Fyrsta túrin við Strandferðsluni var við Pride og nú fari eg væl nøgdur í land. Eg havi havt eitt langt arbeiðslív og vónandi eigi eg nøkur góð ár afturat saman við konuni og familjuni. Eg havi arbeitt síðan eg var 14 ára gamal og eg dugi ikki at síggja nakra meining í at arbeiða líka til ein ikki orkar meira.




