Minningarorð um: Knút Olsen f. 28. mars 1943 -d. 21.12.2014 og Regin Nónstein f. 22.mars 1943 – d. 2.01. 2015.
Minningarorð um:
Knút Olsen f. 28. mars 1943 – d. 21.12.2014 og
Regin Nónstein f. 22.mars 1943 – d. 2.01. 2015.
Tað var í 1950, at aftur ein stórur árgangur av krígsbørnum fór í skúla í Klaksvík. Børnini í okkara flokki búu Í Gerðum, á Heygum, á Ziskatrø, á Biskupsstøð, á Gørðum, á Stongunum, á Bedingini og á Kósini. Knút kom av Kósini. Foreldur hansara fluttu av Eiði til Klaksvíkar, tá Knút var ársgamal. Tá vit høvdu gingið í barnaskúlanum í 5 ár, kom Regin úr Hvalba at halda fram við okkum í Millumskúlanum.
Hetta var eisini ein fittur flokkur. Tað søgdu lærarnir altíð, sum lærarar vónandi siga enn um allar flokkar – eisini í dag.
Okkara árgangur hevði 3 flokkar í Barnaskúlanum, gjørdist til 2 í Millumskúlanum og at enda varð tað ein lítil Realflokkur.
Samanhaldið var gott, meðan vit gingu í skúla og betur, tá vit sum vaksin høvdu sett búgv og fingið ein fastan samleika, sum kanska hevði eitt sindur øðrvísi skap sammett við tey, ið fluttu av landinum. Klaksvíksingar verða tó verðandi klaksvíksingar í hugaheiminum hjá hvør øðrum uttan mun til, hvar tey seta búgv.
Regin, kunnu vit siga, var ein assosieraður klaksvíksingur. Týðiligt var, at árini í Klaksvík høvdu stóran týðning fyri hann og hansara menning. Hann tók ofta til árini í Klaksvík.
Um hetta mundið var tað ikki upplagt, at trølvaksnir dreingir hildu fram aftaná Millumskúlaprógv. Báðir høvdu hug til sjógvin. Regin fór tó aftur til Hvalba í 1959, tí pápin hevði fingið kjans sum skipari við klaksvíkstrolaranum Jóannes Patursson, og Regin skuldi tí taka sær av krambúð hansara í Hvalba.
Knút fór fyrst til skips, og síðani var hann á Klaksvíkar Sleipistøð og var við til at rigga útróðrarbátarnar til, ið skuldu í konvoy til Eysturgrønlands. Seinni fór hann á Sjómansskúla í Svendborg, og síðani at læra til fjarritara, men noyddist at gevast vegna sjúku, ið lutvís beindi fyri hoyrnini. Knút tók andilsskúla og tók sseinni heimaskiparaprógv heimaskiparaprógv seinni og slapp nøkur ár at royna seg sum skipara á Medicus, sum nakrir keyptu í felag til at sigla við ferðafólkum í frítíðini. Lívsstarvið hjá Knút gjørdist tó Skipafelagið í Klaksvík eftir at hava arbeitt á Heilsølu í mong ár. Eisini hevði hann mong álitisstørv, sat í líkningrnevndini í Klaksvík í 16 ár, 18 ár í Føroya Handilsskúla eins og 14 ár í Tekniska skúla. Eitt skifti var han varalimur í Býráðnum fyri Sjálvstýrisflokkin – sami politiski litur hann talaði fyri í skúlaárunum. Knút giftist Sáru úr Klaksvík og tey fingu 3 døtur: Meiken, Jonny og Kára.
Regin fór til skips við trolara í 1963 og var við sama skipi Brandi Sigmundarsson í 4 ár. Fór síðani á Sjómansskúlan og tók stýrimans- (1969) og skipsføraraprógv í 1970. Ætlanin var nú at fara út at sigla. Men nú var støðan broytt. Hann hevði møtt Signhild, ættað úr Porkeri, sum hann seinni giftist við: “eg var so forelskaður, at tað kom ikki upp á tal fyri mítt viðkomand at fara út í verðina”, segði hann okkum.
Tí fór hann at sigla í heimasjógvi eitt nú við Vaktar-og Bjargingartænastuni. Regin og Signhild fingu 3 dreingir: Poul, Guðmund og Jóhan. Seinni gjørdist hann yvirstýrimaður og skipari við Magn. Í 1984 verður hann nevndarlimur í Skipara-og navigatørfelagnum, har hann var skrivari og síðani roknskaparmaður hjá felagi sínum. Hetta gjørdist hansara lívsstarv. Stundum var hann eisini næstformaður. Hann hevur tó alsamt búð í Hvalba og sostatt ferðast ímillum.
Regin hevði góðan ordan í øllum og var hann byrjaður, so slepti hann ikki. Tað eyðnaðist honum at fáa øll, sum hann gekk í Millumskúla saman við, – at skriva í somu bók, lívssøgu okkara. Øllum dámdu stigtakanina og takkaðu honum fyri tað. Hetta vardi í nøkur ár til ár 2000, tá verkætlanin endaði við veitslu í Klaksvíkar skúla – 50 ár eftir at vit øll vóru byrjað í skúlanum. Tá fingu vit øll eitt avrit av bókini við lívssøguni hjá hvør øðrum. Hetta var í flestu førum áhugaverdur og hugfarsligur lestur eins og stuttligt var at hittast aftur. Nógv teirra burturfluttu komu aftur til dagin. Tað tóktist sum tað bert vóru dagar, síðani vit hittust seinast. Øll vóru líka.
Hetta førdi síðani við sær eitt tættari samband, har Regin lat hoyra frá sær minst eina ferð um árið, oftast tá vit høvdu føðingardag.
Blíða lyndi hjá báðum Knúti og Regini gjørdu, at vit kendu ein felagsskap, har øll áttu onkran tráð í tí mynstri, ið myndaði lívið hjá hvørjum einstøkum.
Og tí kennist tað, sum gloppið, ið kom , tá tey fyrstu fóru av foldini, vaks ógvusliga hetta ársskiftið, tá bæði Knút og Regin óvæntað fóru til feðrar sínar við daga millumbili – báðir 71 ára gamlir. Vit kenna lotið av ætt eftir ætt og verða mint á, at tað ikki er ein sjálvfylgja at vera frísk og ferðug, tá tú hevur rokkið “dustsins ár”.
Tankar okkara leita við samkenslu til konu og børn hjá Knúti Olsen og Regini Nónstein.
Karin og Ørvur




