Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum, sigur við Norðlýsið at útmeldingin frá Landsstýrinum um at 3.000 tons av kvotuni í Barentshavinum skal lætast hægstbjóðandi og at alt fiskatilfeingið skal ”.. um eina marknaðar stýrda skipan…” hevur skapt órógv í vinnuni og tað er sera hugstoytt at vinnan als ikki verður kunnað ella er við í at mynda tær ætlanir sum nú eru fráboðaðar.

– Hóast Landsstýrið hevur sagt at ein bólkur skal arbeiða við einari nýggjari skipan fyri vinnuna so vita vit einki um hendan bólkin og hava onga innbjóðing fingið til at luttaka í arbeiðinum. Vit hoyra bara gjøgnum miðlarnar at landsstýrið hevur avgjørt at 3.000 tons av kvotuni í Barentshavinum skulu um eina uppboðsølu og at landsstýrið hevur gjørt av at alt tilfeingið skal um eina marknaðar stýrda skipan. Vit kunnu bara gita um hvat landsstýrið meinar við og vit standa spyrjandi hví landsstýrið ikki vil hoyra sjónarmiðini hjá limum okkara.
– Tað er eisini hugstoytt at landsstýrið áðrenn vit hava fingið avtalu um kvotu í Barentshavinum í ár kemur við slíkum fráboðanum. Í løtuni vita vit als einki um hvat hendur í vinnuni og tað er sera óheppið tí hetta er jú sera týdningarmikil arbeiðspláss. Vit hava lagt til merkis at alivinnan bleiv kunnað áðrenn landsstýrið meldaði út.