Tað kom óvart á okkum, tá vit í bløðunum í gjár komu fram á, at veiðan aftir toski á Flemish Kap í 2013 verður latin øðrum skipabólki enn flakatrolarunum, skriva reiðararnir hjá P/F Vesturvón, P/F J. F. K. Trol og P/F Enniberg í brævið til løgmann
Til:
Løgmann
Føroya Landsstýri
Føroya Løgting
Tórshavn, hin 3. apríl 2013
Viðmerkingar til:
Kunngerð um veiði eftir toski við fiskiførum undir føroyskum flaggi á Flemish Kap í 2013
Tað kom óvart á okkum, tá vit í bløðunum í gjár komu fram á, at veiðan aftir toski á Flemish Kap í 2013 verður latin øðrum skipabólki enn flakatrolarunum.
Søgulig rættindi – ein farin tíð?
Síðani mitt í 90-unum og fram til at hesin fiskiskapur helt uppat og økið við Flemish Kap var stongt, vóru tað bert flakatrolararnir Vesturvón, Enniberg, Sundaberg, Skálaberg, sum fiskaðu á hesum øki, eftir at línubátarnir ikki megnaðu at fáa lønandi rakstur burtur úr hesum fiskiskapi.
Síðani 2010, tá tað aftur gjørdist loyvt at fiska við Flemish Kap, og Føroyar fingu sín part av hesum rættindum – við grundarlagi í søguligu rættindunum – hava tað verið flakatrolararnir Vesturvón, Enniberg og Gadus, sum hava fiskað við Flemish Kap. Mett hevur eisini verið, at hesir flakatrolarar hava verið teir sum eru best egnaðir til henda fiskiskap, tí frystiorkan er stór og skipini sera væl egnaði til henda fiskiskap.
Vit meta tí, at tað er sera løgið, at vit í tíðindabløðunum skulu lesa, at vit ikki fáa hesi fiskirættindi í 2013, hóast at vit stóran part av seinastu 20 árunum hava fiskað á hesum øki – skal hetta bara gloymast!
Í løtuni er eingin fiskiskapur í norskum øki orsakað av makreltrætuni millum Føroyar og Noreg/ES – hvussu verður við hesum í framtíðini um ósemjan verður loyst – kunnu flakatrolararnir rokna við at henda kvota verður latin øðrum, hóast vit hava fiska í hesum øki í útvið 100 ár – hava søguligu rættindini ikki nakað virði longur?
Tá svartkjaftakvotan varð býtt fyri nøkrum árum síðani, var høvuðsgrundgevingin hjá núverandi fiskimálaráðharra, at tað vóru søguligu rættindini, sum vóru avgerandi fyri býtinum – er hetta ikki galdani longur?
Hetta er óskiljandi fyri okkum!
Tað søguliga
Síðanini einaferð í 70-unum hava tað verið 5 verksmiðjutrolarar. Eftirfylgjandi hevur hesin skipabólkur tillaga seg teimum broyttu umstøðunum, soleiðis at tað seinastu 2 árini hava verið 3 skip í hesi vinnu – Vesturvón, Gadus og Enniberg.
Í 2013 er kvotan í russiskum øki hækkað, og fyri at tillaga seg umstøðunum er Sjúrðarberg komin í flotan umframt at nýtt og betri skip verður útvega fyri Vesturvón.
Harumframt hevur Enniberg fingið eina stóra umvæling umframt at frystiorkan er økt.
Nótaflotin hevur eisini tillagað seg broyttu umstøðunum. Higartil í ár eru 2 nýggj skip keypt í nótaflotan.
Neyvan fer landsstýrismaðurin at taka søgulig rættindi frá teimum og lata øðrum!
Føroyskur fiskiskapur hevur á ávísum økjum ikki gott orð á sær úti í heimi orsakað av makrel- og sildatrætuni.
Hvussu skulu fíggingarstovnar hava álit á landsstýrismanninum, tá hann uttan grundgevingar broytir upp á søgulig rættindi, og letur øðrum skipabólkum hesi?
Hvussu skulu fíggingastovnarnir kunna vera við í endurnýgging av fiskiflotanum og fíggja skip eini 20 ár fram í tíðina, tá søgulig fiskirættindi við eini kunngerð verða tikin frá einum skipabólki?
Vit hava ikki fingið nakra grungeving og sambært tíðindabløðunum er ikki nøkur almenn grundgeving fyri at lata øðrum skipabólki rættindini við Flemish Kap!
Men vit halda vit vita orsøkina!
Vit vilja við hesum heita á tykkum um at steðga hesum broytingum sum eru ávegis í sambandi við Flemish Kap, soleiðis at hetta ikki skapar ótryggleika og óvissur í framtíðar planleggingini fyri føroyska fiskivinnu.
Vinarlig heilsan
P/F Vesturvón P/F J. F. K. Trol P/F Enniberg
Anfinn Olsen Hanus Hansen Mortan Johannesen




