|
| Alt um haldini |
Hetta er ein vegleiðing til tín, so tú veitst alt um nýggju haldini. Fríhald 2GB Við hesum haldinum hevur tú fría talu, frítt sms og 2GB data at brúka í Føroyum.
Fríhald+ 8GB Við hesum haldinum hevur tú fría talu, frítt sms og 8GB data at brúka í Føroyum umframt møguleikan at tosa, smsa og nýta data til, í og úr nærum øllum Evropa. Tú hevur: • 20 tímar at ringja úr Føroyum og aðrar 20 tímar at ringja í og úr nærum øllum Evropa. • 1000 sms í alt at senda til og brúka í nærum øllum Evropa. • Upp til 8GB data at nýta í nærum øllum Evropa.
Fríhald+ 16GB Við hesum haldinum hevur tú fría talu, frítt sms og 16GB data at brúka í Føroyum umframt møguleikan at tosa, smsa og nýta data til, í og úr nærum øllum Evropa. Tú hevur: • 20 tímar at ringja úr Føroyum og aðrar 20 tímar at ringja í og úr nærum øllum Evropa. • 1000 sms í alt at senda til og brúka í nærum øllum Evropa. • Upp til 10GB data at nýta í nærum øllum Evropa.
Fríhald+ 32GB Við hesum haldinum hevur tú fría talu, frítt sms og 32GB data at brúka í Føroyum umframt møguleikan at tosa, smsa og nýta data til, í og úr nærum øllum Evropa. Tú hevur: • 40 tímar at ringja úr Føroyum og aðrar 40 tímar at ringja í og úr nærum øllum Evropa, USA og Kanada. • 1000 sms í alt at senda til og brúka í nærum øllum Evropa, USA og Kanada. • Upp til 10GB data at nýta í nærum øllum Evropa, USA og Kanada.
Nærum alt Evropa og Norðuramerika er: Alaska, Amerikansku Jomfrúoyggjar, Andorra, Asorurnar, Belgia, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frankaríki, Gibraltar, Gotland, Grikkaland, Grønland, Guernsey, Hawaii, Holland, Ibisa, Isle of Man, Isle of Wight, Italia, Írland, Ísland, Jersey, Kanada, Kanarisku Oyggjarnar, Kekkia, Kosovo, Kreta, Kroatia, Kýpros (tann grikski parturin), Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Madeira, Malta, Mallorka, Minorka, Monako, Norðurírland, Noreg, Ongland, Portugal, Pólland, Puerto Riko, Rodos, Rumenia, San Marino, Sardinia, Sisilia, Skotland, Slovakia, Spania, Sveis, Svøríki, Týskland, Ungarn, USA og Wales. |
|
|