Vit mugu leita fleiri ár aftur í tíðina, áðrenn vit finna ein føroyskan a-landsdyst í fótbólti, sum hevði eitt størri áskoðaratal, enn talvkappingin Klaksvík International samanlagt hevði
Kappingin var í døgunum frá 4. til 12. november í ár. Eitt framúr flott og fyri Klaksvík sera stolt tiltak, sum Rani Nolsøe fyriskipari hevur uppiborið eitt reint UG fyri.
Um tað var loyvt at geva IM-normar fyri framúr hugflog og góða fyriskipan, so skuldi Rani Nolsøe fingið ein IM-norm tillutaðan fyri hugskotið Klaksvík International, sum hann í ár fyri fimtu ferð skipaði fyri.
Hendan árliga talvkappingin, ið er ein sonevnd IM-kapping, hevur veruliga sett bæði føroyska telving og telvarar og eisini vertsbýin Klaksvík og Føroyar á heimskortið.
Og tað ger avgjørt ikki kappingina minni serstaka, at hon tey seinastu árini er farin fram í søguligu hølunum hjá aldargamla kongiliga einahandlinum úti í Klaksvík, har Norðoya Fornminnasavn og handilin Leikalund í dag halda til.
Stigtakarin til tiltakið, Rani Nolsøe, er sjálvandi talvelskari, men harumframt er hann eisini fyrrverandi føroyameistari, fyrrverandi føroyskur talvforseti og framvegis virkin telvari í lokala talvfelagnum, Klaksvíkar Talvfelag.
Fyri at siga sum er, so var henda fimta kappingin tann best eydnaða av teimum øllum higartil, so tað er ikki løgið, at Rani fegnast.
Ein varði í menningini av føroyskari telving.
Fyri tað fyrsta heldur Rani, at Klaksvík International 2006 hevur verið ein mílasteinur – ein varði – fyri føroyska telving og menningina av henni, tí kappingin hevur drigið fleiri nýggj mørk í føroyska talvheiminum.
– Tað fyrsta merkisverda við kappingini var positiva effektin av ‘Sofia’ regluni. Vit mugu viðganga, at Klaksvík stóð í einari guvu bæði uttandura og innandura úti í Leikalund!
Í stuttum gongur tann sonevnda ‘Sofia‘-reglan út uppá, at telvararnir als ikki hava loyvi til at tosa saman meðan telvað verður. Tvs. at tað heldur ikki er loyvi at bjóða remis. Talvini skulu rætt og slætt telvast til endans – hvørt einasta eitt.
– Tað er henda regla, sum Klaksvík International fyri fyrstu ferð í ár gjørdi brúk av, og sigast má, at hon var til nyttuna, tí eingir stuttir javnleikir vórðu tiknir í kappingini, og tí vóru vit vitni til ta mest stríðssinnaðu kapping, sum yvirhøvur er hildin í Føroyum, sigur Rani, sum fegnast stórliga um, at einans 31% av talvunum endaðu við javnleiki, og tað er óhoyrt lágt tal.
Ovurstórt talav áskoðarum.
Rani Nolsøe greiðir frá, at tað hesaferð var gjørligt at fáa staðfest, hvussu stórur áhugin veruliga er í Klaksvík International. Tað var nevniliga gjørligt at fylgja kappingini, eisini beinleiðis, á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya: www.faroechess.com, sum nú hevur fingið ein nýggjan teljara fyri betur at kunna skráseta talið av vitjandi á heimasíðuni.
– Vanliga talið av vitjandi á www.faroechess.com liggur um 150-160 vitjandi dagliga, men tá Klaksvík International fór í luftina 4. november, vuksu vitjanirnar munandi og komu í hæddina dagin eftir SMS-gøluna hjá Helga, tá heili 1047 vitjandi løgdu leiðina framvið kappingini!
– Samantalt hava sostatt í meðal 613 fólk vitja kappingina dagliga frá 4. november, tá kappingin byrjaði, og til 12. november, tá hon endaði. Í alt gjørdist talið av vitjandi á heimasíðuni heili 5521, og tá hava vit ikki talt tey við, sum hava verið inni á gólvinum í Leikalund, sigur ein fegin Rani Nolsøe.
– Hetta er ein staðfesting av hvussu stóran áhuga telving hevur millum føroyingar og at henda sera trupla og elligamla ítróttargrein í roynd og veru er nógv størri, enn vit hildu áðrenn.
– Spurningurin er, um ikki Klaksvík International er størsta einstaka føroyska tiltak á netinum!
GM kapping næsta stigið?
Umframt Sofia-regluna og metstóra áskoðaratalið heldur Rani Nolsøe fyriskipari, at Klaksvík International 2006 rakk einum triðja varða í føroyskari telving:
– Triði varðin í Klaksvík International er avgjørt tað nýggja støðið, sum Helgi Dam Ziska longu hevur lagt fyri føroyska telving. Frá fyrsta degi av hevur Klaksvík International verið fyriskipað sum ein altjóða meistara (IM) kapping. Nú er spurningurin reistur, um tað ikki framyvir verður neyðugt at flyta okkum frá IM kappingum til GM kappingar (stórmeistarakappingar)!
– Tað er eitt greitt boð um hvussu skjótt menningin av føroyskari telving er farin fram seinastu árini.
Rani er ikki í iva um, at stríðsviljin og áhugin á netinum eru komin fyri at vera.
– Eftir stendur, at vit skulu megna lopið frá IM til GM støði og við tí skapa Føroyum eitt gott umdømi í útlandinum og føroyingum ein góðan møguleika fyri at menna seg í eini breiðari altjóða ítróttargrein, sigur stigtakarin og fyriskiparin av Klaksvík International, ið samstundis ber eina hjartans tøkk til stuðlarnar: Norðoya Sparikassa, J. F. Kjølbro Heilsølu, Com-Data, Kall, Faroe Salmon, Statoil, Atlantsflog, Klaksvíkar Kommunu, Talvsamband Føroya og somuleiðis til fryntligu fólkini aftan fyri Leikalund fyri teirra positiva hugburð og hjálpsemi.
Tá av tornaði gjørdist endaliga støðan í kappingini henda:
1) GM Henrik Danielsen
2) IM Emil Hermansson
3) Helgi Dam Ziska
4) Hans Kr. Simonsen
5) Martin Poulsen
6) IM Jens Ove Fries-Nielsen
Dómari í kappingini var danin Mogens Nielsen. Hann hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri føroyska telving, og hansara partur liggur sanniliga ikki eftir í sambandi við Klaksvík International. Hann hevur nevniliga (um vit ikki minnast galið) verið dómari í øllum fimm Klaksvík International-kappingunum higartil.
Vit takka Rana fyri prát og upplýsingar.




