Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Reisigildi í Klaksvíkar Svimjihøll

John William Joensen

Í morgun varð nýggi tilbygningurin hjá Klaksvíkar Svimjihøll reistur og talan er um eina stóra útbygging sum fer at hýsa fitness, umklæðingardeild, brúsudeild og einari vælverudeild. Tað er N.H.Betong sum stendur fyri arbeiðinum.

Á lítlari samkomu í svimjihøllini røddi forkvinnan í mentunarnevndini, Signhild Jóhannesen. Hon rósti arbeiðstakaranum N.H. Betong fyri skjótt og gott arbeiði og nevndi at høllin eftir ætlan letur upp aftur hálvan juni. Eisini segði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, at talan er um ein bygning í trimum byggistigum har tvey byggistig verða liðug í summar og hildið verður fram komandi ár tá triðja byggistig verður liðugt. Harafturat rósti hann arbeiðstakaranum fyri at hava hildið tíðar- og kostnaðarætlanina. Samlaða útbyggingin er mett at kosta um 9 mió. kr..