Harley
Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Reisigildi í Umsorganarheiminum Gloria

Jóhann Lützen

Útbyggingin, sum økir kapasitetin hjá Umsorganarheiminum Gloria úr 8 upp í 14 búpláss, væntast liðug til ársskiftið.

Umsorganarheimið Gloria, sum er heim fyri heimleys, verður í løtuni bygt út. Hósdagin 2. juli 2026, var reisigildi, har Mamy Dahl Sørensen, leiðari, bar fram eina heilsan, og so varð bjóðað til ein góðan bita.

– Við hesi útbyggingini fær heimið 6 búpláss afturat, tvs. kapasiteturin fer úr 8 upp í 13 búpláss og eitt herbergspláss. Eisini verða umstøður gjørdar, so onnur kunnu koma um dagin at vaska klæðir, fáa eitt bað og bara vera her, upplýsir Mamy.

Bygningurin við Stangavegin 16 hýsti samkomuni Soli Deo Gloria til 2018, tá ið Umsorganarheimið Gloria lat upp sum heim hjá fólki, ið av ymiskum orsøkum ikki hava umstøður ella møguleika at útvega og varðveita sín egna bústað.

Tað vóru samkoman Soli Deo Gloria, sum tá átti bygningin, og Klaksvíkar kommuna, ið tóku stig til heimið í góðum samstarvið við Føroya Landsstýri, tí tey sóu ein vaksandi tørv.

Útbyggingin væntast liðug til ársskiftið.

Í dag eigur sjálvsognarstovnurin ”Gloria Fastogn” bygningin, sum stovnurin «Umsorganarheimið Gloria» brúkar. Virksemið stovnsins verður fíggjað við árligum játtanum frá Føroya Landsstýri og Klaksvíkar kommunu, umframt brúkaragjøld. Harumframt er vinnan ein sera dyggur stuðul hjá heiminum, og eisini hava heimstaðarkommunur hjá búfólki latið stuðulsupphæddir til heimið, sum hava komið sera væl við.

Í nevndini fyri Gloria Fastogn eru tvey umboð fyri Klaksvíkar kommunu, sum eru Sylvia Thomsen og Fríðin Ziskason, og tvey umboð fyri Soli Deo Gloria, sum eru Hallgerð Akurstein og Theodor Askham Olsen. Fimti limurin er Páll Andrasson Klettskarð.

Fyritøkan Malltek fremur útbyggingina, ið er sera væl stuðlað av Betri Stuðul og fleiri vinnufyritøkum.

– Vit eru vinnuni sera takksom, tí henda útbygging hevði ikki verðið veruleiki uttan teirra stórfingna stuðul, sigur Mamy Dahl Sørensen.

Útbyggingin er í tveimum hæddum suður úr verandi bygningi. Í erva verða 6 nýggj kømur umframt onnur felagshøli. Í neðra verða umstøður, so Gloria eisini kann veita øðrum enn búfólkunum dagligar tænastur so sum bað, klædnavask og eitt heitt og fjálgt felagshøli.

– Partur av hesi verkætlan er eisini at umbyggja niðaru hæddina í gamla bygninginum, so bæði kaféin og køkurin verða nútímansgjørd. Tá bæði umbygging og útbygging eru liðug, kunnu vit veita eina væl betri tænastu, og tað gleða vit okkum til, sigur Mamy Dahl Sørensen, leiðari fyri Umsorganarheimið Gloria.