Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Relikvium – Edward Fuglø

Tíðindaskriv

Framsýning á Býarbókasavninum summarið 2014.
Á hesi sýningini hjá Edward Fuglø á Býarbókasavninum verða sýnd verk, ið øll eru gjørd burtur úr sokallaðum ”ready-mades”.

”Ready-made” er eitt listahugtak, ið stavar frá fyrst í 1900 talinum.
Tað var listamaðurin, Duchamp, ið var undangongumaður.
Listafólkið tekur ein vanligan brúkslut, sum vit kenna hann úr gerandisdegnum, og setur hann saman við onkrum øðrum luti ella nýtir hann einsamallan.

Tá ið slíkir lutir verða tiknir úr tí heild, har teir hoyra heima, og verða hongdir á ein vegg í t.d. einum listaskála, fáa teir eina aðra funktión. Teir siga eina nýggja søgu.

Sýningin hjá Edward Fuglø kallast: Relikvium, ið er latínskt orð og merkir leivd.

Verkini á sýningini sipa øll til søgur og hugtøk úr Halgubók.