Ágrýtni og nýskapandi bólkurin, Rend Collective úr Írlandi, kemur nú til Føroya.
Tíðindaskriv:
Ágrýtni og nýskapandi bólkurin, Rend Collective úr Írlandi, kemur nú til Føroya.
Rend Collective er ein norðurírskur bólkur, ið spælir nýskapandi fólkatónleik. Síðan 2010 hevur bólkurin verið rættuliga virkin á altjóða pallinum og útgivið 7 útgávur umframt fleiri stakløg. Eisini hava tey verið í uppskoti til fleiri virðislønir, m.a. á Klove.
Bólkurin hevur áður verið á konsertferð við eitt nú Chris Tomlin, Christy Nockels og Kari Jobe, ið eru kend nøvn innan kristna tónleikapallin.
Komandi ár verður bólkurin á konsertferð í Evropa og verður konsert í Føroyum 8. juni í Kelduni í Skálafirði. Fyrireikararnir úr Kelduni siga, at hetta avgjørt verður ein konsert á heimsstøði og verður atgongumerkjasølan latin upp í dag.
–
Nøkur løg kunna hoyrast her:
- Build you´re kingdom here
- https://www.youtube.com/watch?v=8NAim0dYlh4
- My lighthouse
- https://www.youtube.com/watch?v=reAlJKv7ptU
- Joy of the lord
- https://www.youtube.com/watch?v=KVIhb-c_4Tw




