Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

René satsar uppá útlandið

Jákup Ósá

René Shaki Joensen hevur ætlanir um at royna seg uttanlands komandi ár.

René S. Joensen sigur, at tað tó ikki verður fyrr enn eftir loknan lestur komandi summar, at hann flytur av landinum

René S. Joensen spældi seinasta kappingarár við HB eftir at hann frammanundan var sáttmálabundin í Brøndby. Men René er ein av fleiri føroyingum, sum í løtuni tykjast hava sterkan vilja fyri at sleppa at royna seg á hægri støði.

– Eg spæli í HB fram til komandi summar og flyti so av landinum, har eg ætli at satsa alt uppá fótbóltin í nøkur ár við vón um, at tað fer at bera frugt. Men fyrst geri eg skúlan lidnan og spæli við HB komandi hálva árið, sigur René S. Joensen við Norðlýsið.