Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renn fyri heilsuna: Seinasta renn fyri heilsuna leygardagin

John William Joensen

Leygardagin kl. 14.00 verður 16. og seinasta umfar á hesum sinni av “Renn fyri heilsuna” saman við Sportmaster, EIK og Treysti

Undirtøkan í ár hevur verið meira enn dupult so stór sum seinasta ár tá umleið 1.000 fólk vóru við. Tað hava luttikið millum 50 og 350 fólk hvønn leygardag óansæð veður og vind, og higartil hava 2.200 luttakarar verið við. Leggja vit stóru Fólkaheilsurenningina, sum var seinasta leygardag afturat, so fer talið uppum 3.000 fólk áðrenn seinasta umfar. 

Tað góðu undirtøkuna eru fyriskipararnir av tiltakinum sera, sera fegnir um. Nøkur hava luttikið hvørja ferð, nøkur fleiri enn tíggju ferðir og nógv hava luttikið fleiri enn fimm ferðir. 

Teinurin sum fólk hava rørt seg hevur verið fimm kilometrar. Rutan hevur í flestu førum verið út á Skarðhamar at venda. Men nakrar ferðir hevur verið vent norðuri á Grønabóli ístaðin.

Treysti hevur hvørja ferð sett skeltir við hvønn kilometur úti á rutuni og eisini havt stóru klokkuna við. Fólk hava so sjálvi havt møguleika at fylgt við, hvussu hilnast hevur gjøgnum summarið, við tíðini tey hava brúkt um teinin.

Tá luttakararnir eru komnir aftur hava tey hjá Sportmaster verið klár við vatni og frukt til øll.

Gávurnar, sum luttakararnir hava fingið, fyri at hava luttikið 5, 10 og 15 ferðir eru latnar av Sportmaster og EIK. Hvør einstakur luttakari hevur eisini fingið ein lutaseðil hvørja ferð, har møguleiki er at vinna eitt vikuskifti fyri tvey á hotel Hilton í Reykavík. Tann vinningurin er latin av Fonn-Flog, EIK, KBI, Sportmaster og Treysti. Leygardagin verður trekt um tann vinningin. Tey sum hava luttikið flestar ferðir hava so flestar møguleikar at vinna. 

Treysti fer leygardagin at kunna luttakararnar um hvørjar ætlanir tey hava í felagnum fyri veturin.

Fyriskipararnir frá Sportmaster, EIK og Treysti biðja okkum takka øllum fyri tað sera góðu undirtøkuna tiltakið hevur fingið.