Í morgin kl. 13.00 verður 15. og seinsta umfar í “Renn fyri Heilsuna” í ár. Byrjað verður við Intersport og málið verður eisini við Intersport. Øll eru vælkomin at luttaka.
Runnið hevur verið heilsurenning hvønn leygardag, undantikið á Norðoyastevnu, síðani 24. mai.
Eftir renningina í morgin verður eisini lutakast millum allar lutaseðlarnar, sum hvør einstakur rennari hevur ognað sær eftir at hava luttikið í hvørjum einstøkum umfari. Harumframt verður trekt lut um eitt par av renniskóm, frá Intersport, millum tey, sum hava fingið í minsta lagi 10 stempul í renniheftið.
Stuðlað tiltakinum í ár hava: Tryggingarfelagið Føroyar, Intersport, KBI, Numo, INN, Tógvhandilin hjá Vimu, EL-IN, BORG, Blikksmiðjan, Hvíthús, Bakaríið hjá Jórun, Skós og Norðoya Litbúð.




