Guttorm Sørensen, frá rennifelagnum Treysti, sigur at seinastu dagarnar hava fólk melda til í stórum.
Á tíðindafundi í Býráðshøllini í gjár, greiddi Guttorm Sørensen frá Tunnilsrenningini sum verður sunnudagin.
– Í 2002 fingu vit áheitan frá Norðoyatunlinum um at skipa fyri einum rennitiltaki í samband við hátíðarhaldið tá tunnilin letur upp, og vit tóku av hesi áheitan.
– Vit hava havt góða tíð at fyrireika okkum, men arbeiðsuppgávan hevur eisini verið stór, tí stór krøv eru til trygdina og tað krevur nógv fólk og stóra orku til at fáa 3000 fólk ígjøngum tunnilin.
– Hóskvøldið er seinast freist at melda til og kunnu vit gleðast um at undirtøkan hevur verið stór kring um í landinum.
– Nummari sum øll fáa eru samstundis atgongumerki til tunnilin og eingin sleppur inn á økið uttan hann hevur eitt nummar.
– Ígjøgnum tunnilin verða samerittar og vaktarfólk og á vegnum verða støðir har rennarar kunnu fáa vatn.
– Møguleiki verður eisini at drekka kelduvatn frá Norðoyatunnlinum á lægsta punktinum.
– Politi kemur at taka sær av ferðsluni til og frá tiltakinum og reyðikrossur kemur at hjálpa til við tilbúgvingini.




