Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

RENNARIN stuðlar Rebekku Fuglø

John William Joensen

Í gjár undirskrivaðu Jan Elmar Sørensen og Rebekka Fuglø sponsoravtalu, sum inniber, at Rennarin stuðlar Rebekku við renniskóm, bæði til kappingar og venjingar, og venjingarklæðum komandi tvey árini.

Rennarin er handil, ið Jan Elmar Sørensen eigur og rekur í miðbýnum í Havn, og sum selur renniútgerð o.l. Handilin liggur í Dr. Jacobsensgøtu 3, sum er beint yvirav Føroya Keypsamtøku.

– Rebekka hevur mynda føroyskan frælsan ítrótt í fremstu røð í mong ár, luttikið á Oyggjaleikum, luttikið í DM fyri bæði ung og vaksn, luttikið í hópin av øðrum kappingum her heima og uttanlanda, sett eina røð av føroyskum metum osv., og tí eri eg sera stoltur og fegin um at kunna stuðla henni næstu tvey árini við renniskóm og venjingarklæðum av merkinum Saucony, sigur Jan Elmar frá Rennarin.