Norðhús, á Brekku og Kanjon lótu boð inn uppá fyrsta partin av rennibreytini og tað vórðu milliónir av krónum á muni.
Arbeiðstøkan fyri hendan partin av rennibreytini umfatar alt arbeiði til og við asfalt – tvs jørð, betong, lendisarbeiði og leiðingar. Belægningurin, gravir og fótbóltsvøllurin koma síðani aftaná
Boðini vórðu hesi
| Norðhús | 17.980.000 kr. |
| á Brekku | 18.152.052 kr. |
| Kanjon | 14.815.764 kr. |
Jógvan Skorheim, takkaði fyri innkomnu uppskotini og segði at nú verða tey eftirkannaði og síðani verður sáttmáli undirskrivaður. Eftir ætlan skal rennibreytin verða klár at taka í nýtslu á heysti í 2019.










