Jóansøkunáttarrenning, ella Midsummer Night Run, suðuroy 25K verður á øðrum sinni hildin í ár. Hetta er náttina millum leygardagin 15. juni og sunnudagin 16. juni.
Suðuroy 25K – 2013 – tíðindaskriv. Rennið á nátt! Suðuroy 25K (Jóansøkunáttarrenning, ella Midsummer Night Run) verður á øðrum sinni hildin í ár, hetta náttina millum leygardagin 15. juni og sunnudagin 16. juni 2013. Teinurin í 2013 er úr Trongisvági til Vágseiði og runnið verður um Hovsegg (góðar 25 km). Byrjað verður við vøllin við Stórá í Trongisvági 16. juni 2013 kl. 02.00. Sólarrís 16. juni 2013 er kl. 03.41. Tí er hugsandi at flestu luttakararnir enn renna, tá sólin rísur. Annaðhvørt ár verður runnið úr Vági til Trongisvágs (tey ár jóansøkan er í Vági) og annaðhvørt ár verður runnuð úr Trongisvági til Vágs (tey ár jóansøkan er á Tvøroyri). Í fjør vann Guttorm Sørensen kappingina hjá monnum í tættari kapping við Borgar Biskupstø. Herluf Jacobsen var triðjur um málstrikuna. Hjá kvinnum varð Ann Thomsen rættuliga greiður vinnari. Tórvør Ø. Vang og Hergerð Heldarskarð vóru næstar henni. Luttakaratalið er avmarkað til 100 rennarar. Tað eru limir í Rørslufelagnum Hvistuni, ið standa aftanfyri tiltakið, og tað verða limir úr felagnum og onnur sjálvboðin, ið koma at skipa fyri og hjálpa til. Tilmelding til Suðuroy 25K -2013 fer fram á www.renn.fo. Meira um Suðuroy 25K á www.runatnight.info. Vegna Suðuroy 25K, Poul Midjord Dam




