Á Útoyggjastevnuni, sum verður í Svínoy, leygardagin 16. juni skipar Treysti fyri renning har úti. Kappingar verða bæði fyri børn og vaksin.
Byrjað verður kl. 11.00. Børn renna umleið 0,5 km og vaksin umleið 2 km. Runnið verður í bygdini. Rutan:
· Byrja verður Uppi á Váli, á vegnum beint niðanfyri sparkivøllin og dansistovuna
· Runnið verður til Kirkjugøtu niðan á Heygar norðum bóndagarðin og oman á vegin um Eiði
· Heimaftur verður snara til høgru oman eftir Foravegi og síðani til vinstru eftir Handansvegi móti málinum
· Mál verður í Túni (teinur máldur til 2.25 km)
Heiðursmerki verða latin til 1,2 og 3 í øllum bólkum.
Kort av rutuni í .pdf er HER
Bólkar:
– Dreingir og gentir -7 ár (fødd 2011 ella seinni) renna 0,5 km
– Dreingir og gentir -12 ár (fødd 2006-2010) renna 0,5 km
– Menn og kvinnur (fødd 1973-2005) renna 2 km
– Menn og kvinnur veteranar (f.1963-1972) renna 2 km
– Menn og kvinnur superveteranar (1962 ella fyrr) renna 2 km
Øll eru vælkomin at luttaka. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.
Skráin fyri útoyggjastevnuna sást her: Skrá fyri Útoyggjastevnuna í Svínoy leygardagin 16. juni 2018
Ferðaætlan hjá Rituni verður soleiðis:
Sambært ferðaætlan, tó verður ikki siglt til Fugloy kl.14:45, umframt at
Ritan siglir millum Hvannasund og Eiði á Svínoy hvønn tíma eftir at fyrsti
túrur kl. 8.45 úr Hvannasundi eftir ferðaætlanini er avgreiddur, siglt verður so leingi fólk ella til kl.01:00



