Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennikapping í Vági

Danial Viðoy

Komandi vikuskifti eru rættuliga nógv ítróttartiltøk í Suðuroynni, har fyrsta FM í langgeil verður, umframt flogbóltskapping, hondbóltur og FC Suðuroy hevur sín fyrsta heimadyst, og rennifelagið Hvistan bjóðar til 7. vetrarkappingina í ár.

TÍÐINDASKRIV: Hvistan – Rørslufelagið í Suðuroynni:

Komandi vikuskifti eru rættuliga nógv ítróttartiltøk í Suðuroynni, har fyrsta FM í langgeil verður, umframt flogbóltskapping, hondbóltur og FC Suðuroy hevur sín fyrsta heimadyst, og rennifelagið Hvistan bjóðar til 7. vetrarkappingina í ár.

Hvistan er rennifelagið í Suðuroynni og er vetur fyri hesa næst seinastu vetrarkappingina í ár – og verður hon hesaferð runnið í Vági.

Teinurin er umleið 10km, og verður runnin ymsastaðni í Vági og byrjar kappingin kl 11.00. Tá ið tey vaksnu eru farin avstað, so verður eisini skipa fyri kapping fyri børnum – tá ið runnið verður framvið Vatninum. Í Barnarenningini verður kappast í hesum bólkum:

– Gentur/Dreingir -7 (f.2009 ella seinni)

– Gentur/Dreingir -10 (f.2006-2008)

– Gentur/Dreingir -13 (f.2003-2005)

Heiðursmerkini hjá børnunum, verða handaði beint eftir lokna kapping.

Teinurin, ið tey vaksnu renna er hesin: Tá ið komið er á mál frá 7. vetrarkappingini, verður boðið til kaffi og onkrum góðum afturvið – áðrenn heiðursmerkini vera handaði.

Sigast skal at fyri at luttaka er ikki neyðugt at ein skal hugsa um heiðursmerkjapláss ella kravtíðir – tað er opintilmelding og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Tilmelding fer fram áwww.fif.fo

Hvistan – Rørslufelagið í Suðuroynni