Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renning: 10 ára Jubileums Renning

John William Joensen

1. Páskadag 23. mars fyllir Treysti 10 ár. Í tí sambandi skipar Treysti fyri 10 ára Jubileums Renning í Klaksvík leygardagin 22. mars kl. 10.30.

Kappast verður í fleiri ymiskum bólkum fyri bæði gentur og dreingir. Tað er ókeypis at luttaka, men fyri at luttaka skal ein vera tilmeldaður. Tilmelding fer fram í Deildini hjá EIK í Bøgøtu leygarmorgunin millum kl. 9.30 og 10.15. Heiðursmerkir verða latin til nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkunum. Ruturnar eru at síggja á www.treysti.fo.

Startur og mál hjá øllum bólkum verður uttan uttanfyri Deildina hjá EIK í Bøgøtu.

Skráin fyri renningina sær soleiðis út:
09.30-10.15 Tilmelding í deildini hjá EIK í Bøgøtu
10.30 Gentur & Dreingir f.2002 ella seinni – 750m (ruta 1)
10.40 Gentur & Dreingir f.2000-2001 – 750m (ruta 1)
10.50 Gentur & Dreingir f.1998-1999 – 1 km (ruta 2)
11.00 Gentur & Dreingir f.1996-1997 – 1 km (ruta 2)
11.10 Gentur & Dreingir f.1992-1995 – 1 km (ruta 2)
11.20 Kvnnur & Menn opin bólkur f.1991 ella fyrr – 2,6 km (2 x ruta 3)
11.20 Kvinnur & Menn veteranar f.1962 ella fyrr – 2,6 km (2 x ruta 3)
11.45 Heiðursmerkjahandan í Badmintonhøllini

Eftir heiðursmerkjahandanina í Badmintonhøllini, sum verður beint eftir at øll eru komin á mál, bjóðar Treysti øllum luttakarunum kakao og bollar.