Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renning: 75 fólk runnu á Fossánesi

John William Joensen

Luttøkan var góð, tá Treysti seinnapartin sunnudagin skipaði fyri rennikapping á Fossánesi. Her eru úrslit og myndir at síggja.

Tað vóru góð rennilíkindir, tá Treysti skipaði fyri rennikapping fyri bæði børn og vaksin á Fossánesi seinnapartin í gjár. Luttøkan var sera góð, tí 75 luttakarar vóru við, og tað vóru fyriskipararnir úr Treystinum sera væl nøgdir við. Kappingin gekk væl at avgreiða. Nógv foreldur, systkin, vinir, ommur, abbar og onnur vóru komin at heppa. Luttakaranir vóru teir flestu úr Norðdepli og Hvannasundi, men sum tað sást í úrslitalistanum niðanfyri, so vóru eisini rennarar komnir aðrastaðni frá, norður til Fossánes at verða við. So tað bleiv alt í alt ein væleydnað rennikapping. 

Børnini runnu eftir Fossávegnum har norðuri frá, har startur og mál var, og heimeftir at venda. Tey runnu 400m, 600m og 800m. Tey vaksnu runnu 2,4 km har norðuri frá, heim ígjøgnum Norðdepli og norður aftur eftir Ovaraveg, og so norður aftur á mál. 

Eftir at seinasti rennarin kom á mál, fingu nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum heiðursmerkir, sum JB Smíð Sp/f hevði latið.

Fyriskipararnir úr Treystinum vóru so mikið væl nøgdir við luttøkuna hesaferð, at teir longu hava avgjørt at skipa fyri rennikapping á Fossánesi aftur næsta ár. 

Nógvar myndir eru í myndasavninum, og øll úrslitini eru her niðanfyri:

Gentur f. 2001 ella seinni – 400m
1. 1,55 min. Dinna Nýggjagarð, Hvannasund, 2001
2. 2,05 min. Ruth Gregersen, Klaksvík, 2001
3. 2,12 min. Lillian Jespersen, Hvannasund, 2001
4. 2,18 min. Mathilde Haug Sørensen, Hvannasund, 2001
5. 2,19 min. Jórun Jacobsen, Norðdepli, 2002
6. 2,23 min. Elsa Maria Poulsen, Klaksvík, 2001
7. 2,25 min. Anna Steinberg, Klaksvík, 2001
8. 2,27 min. Vár Magnusardóttir, Hvannasund, 2001
9. 2,37 min. Ása Sivertsen, Hvannasund, 2001,
10. 2,55 min. Karin Maria Brynjar, Hvannasund, 2003

Dreingir f. 2001 ella seinni – 400m
1. 2,00 min. Benjamin Sivertsen, Norðdepli, 2001
2. 2,07 min. Gulak Jacobsen, Klaksvík, 2002
3. 2,20 min. Símun Pauli Sivertsen, Hvannasund, 2001
4. 2,32 min. Markus Køtlum, Keypmannahavn, 2002
5. 2,37 min. Leivur Jacobsen, Hvannasund, 2002
6. 3,18 min. Eli Joensen, Klaksvík, 2004
7. 3,29 min. Debes Christiansen, Klaksvík, 2002
8. 3,33 min. Poul Jacob Christiansen, Klaksvík, 2004
9. 4,05 min. Richard Sivertsen, Hvannasund, 2002
10. 4,15 min. Julian Sivertsen, Hvannasund, 2004
11. 4,26 min. Rógvi Jacobsen, Klaksvík, 2004

Gentur f. 1999-2000 – 400m
1. 1,34 min Monika Pernille Jacobsen, Treysti, 1999
2. 1,36 min. Margit Weihe Frímundsdóttir, Bragdið, 1999
3. 1,39 min. Paulina Fuglø, Treysti, 1999
4. 1,39 min. Sonja Sirdal, Hvannasund,1999
5. 1,50 min. Solveig Haug Sørensen, Hvannasund, 2000
6. 1,52 min. Tórfríð Larsen, Treysti, 2000
7. 1,57 min. Emma Jespersen, Norðdepli, 1999
8. 2,05 min. Karin Fuglø á Húsamørk, Leirvík, 1999
9. 2,07 min. Anja Olsen, Klaksvík, 1999
10. 2,18 min. Rósa Miðalberg, Norðdepli, 1999
11. 2,31 min. Sonja Klakstein, Klaksvík, 2000

Dreingir f. 1999-2000 – 400m
1. 1,37 Kristmund Petersen, Viðareiði, 2000
2. 1,43 Tórur Jacobsen, Klaksvík, 2000
3. 1,51 Christian Holm, Klaksvík/Finland, 1999
4. 1,52 Ditlev Jacobsen, Norðdepli, 2000
5. 1,54 Andrias Jacobsen, Hvannasund, 1999
6. 1,56 Tobias Stenstad, Notodden (Norra), 1999
7. 1,57 John Herman Fuglø, Treysti, 2000
8. 2,08 Poul Johannes á Húsamørk, Leirvík, 2000
9. 2,20 William Holm, Klaksvík/Finland, 2000
10. 2,21 Magnus Rubeksen, Norðdepli, 2000

Gentur f. 1997-1998 – 600m
1. 2,59 min. Beinta Klakstein, Klaksvík, 1998
2. 3,03 min. Joan Nysted, Hvannasund, 1998
3. 3,05 min. Marita á Húsamørk, Hvannasund, 1997

Dreingir f. 1997-1998 – 600m
1. 2,21 min. Julian Gregersen, Treysti, 1998
2. 2,39 min. Jósef Sivertsen, Norðdepli, 1997
3. 2,53 min. Jákup Poulsen, Klaksvík, 1998

Gentur f. 1995-1996 – 600m
1. 2,38 min. Karla Johansen, Norðdepli, 1996

Dreingir f. 1995-1996 – 600m
1. 2,01 min. Einar Gregersen, Treysti, 1995
2. 2,01 min. Heðin Gregersen, Treysti, 1996
3. 2,26 min. Trond Marius Haug Sørensen, Hvannasund, 1996
4. 2,46 min. Aron Poulsen, Klaksvík, 1995

Gentur f. 1991-1994 – 800m
1. 2,37 min. Rebekka Fuglø, Treysti, 1993
2. 3,25 min. Bergfríð Joensen, Klaksvík, 1994
3. 3,41 min. Erla Vang, Klaksvík, 1992

Dreingir f. 1991-1994 – 800m
1. 3,05 min. Filip Sivertsen, Norðdepli, 1994

Kvinnur f. 1962-1990 – 2,4 km
1. 11,32 min. Susan Jacobsen, Treysti, 1964
2. 14,34 min. Sigrun Joensen, Klaksvík, 1970
3. 15,11 min. Hallgerð Næs Simonsen, Tórshavn, 1988
4. 17,20 min. Leila Klakstein, Klaksvík, 1972

Menn f. 1962-1990 – 2,4 km
1. 10,07 Tummas Anthoniussen, Treysti, 1964
2. 10,57 Hendrik A. Olsen, Tórshavn, 1983
3. 17,12 Bárður Klakstein, Klaksvík, 1976

Kvinnur vet. f. 1961 ella fyrr
1. 16,13 min. Katrin Næs, Hvannasund, 1953
2. 19,49 min. Marnhild Sørensen, Hvannasund, 1951
3. 24,00 min. Torild Hellebrekke, Notodden (Norra), 1944

Menn vet. f. 1961 ella fyrr
1. 12,09 min. Pól Fuglø, Norðdepli, 1961
2. 15,56 min. Poul Jacob Joensen, Klaksvík, 1950
3. 18,30 min. Sverri Køtlum, Viðareiði, 1943
4. 23,28 min. Svein Hellebrekke, Notodden (Norra), 1942
5. 24,33 min. Palli Simonsen, Hvannasund, 1947